Betri samtakið nýggja leiðslu

Betri samtakið nýggja leiðslu

2017-09-30 09:33 Author image
Innsent

Betri P/F setti í gjár Ben Arabo í starv sum samtaksstjóra.

Ben Arabo hevur starvast sum stjóri hjá Atlantic Petroleum síðan 2010. Hann hevur drúgvar royndir á vinnuøkinum og tekur við starvinum 1. desember 2017.

Mortan Poulsen, umsitingarstjóri í Betri P/F, virkar framhaldandi sum fyribilsstjóri inntil Ben Arabo tekur við starvinum.

Ben Arabo verður samstundis vanligur nevndarlimur í nevndunum fyri Betri Banka, Betri Trygging og Betri Pensjón.

Betri Banki hevur eisini fingið nýggjar stjórar. Jean Djurhuus, stjóri í Betri Trygging, er settur í starv sum bankastjóri og Olav Guttesen, vinnukundastjóri í Betri Banka, er settur sum varastjóri í bankanum.
Olav Guttesen tekur við starvinum beinanvegin og avloysir sostatt Bjørn Mortensen, sum hevur verið fyribilsstjóri í bankanum. Jean Djurhuus tekur við starvinum 1. desember 2017.

Betri Trygging hevur sett Ingunn Eiriksdóttir í starv sum stjóra á Betri Trygging. Ingunn Eiriksdóttir hevur starvast sum fyrisitingarstjóri hjá Tórshavnar Kommunu síðan 2013. Hon tekur við starvinum 1. desember 2017, tá hon eisini fer úr nevndini hjá Betri Trygging.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður