Heimatíðindi

Bert tvær umsóknir vóru at gera Pressuna

Bert tvær umsóknir vóru at gera Pressuna

(Privat mynd av Facebook)

2018-08-03 13:03 Author image
Ingi Samuelsen

Øssur Winthereig journalistum við drúgvum royndum í bæði útvarpi og sjónvarpi og seinastu árini sum fríyrkisjournalistur, skal í vetur gera eina vikuliga útvarpssending fyri Kringvarp Føroya, har føroyskur tíðindaflutningur verður viðgjørdur.

Kringvarp Føroya sendi fyrr í summar eina útvarpssending í frítt útboð. Talan er um at gera eina sending við arbeiðsheitinum ’Pressan’, sum ”vikuliga skal viðgera allan tíðindaflutning í Føroyum”.

Tvær umsóknir komu inn, og í gjár kunngjørdi Øssur Winthereig á egna bloggi sínum, at tað verður hann, sum skal gera sendingina.

Heini Gaard, virkandi tíðindaleiðari í Kringvarpinum, harmast um, at tað vóru so fáar umsóknir at gera sendingina.

- Eg taldi meg til, at tað áttu at verið einir 10 til 15 skikkaðir journalistar uttan tilknýti til dagspressuna, sum kundu gjørt eina slíka sending. Eg hevði vónað, at fleiri fóru at søkja, sigur Heini Gaard.

Hann fegnast um, at hetta við at viðgera tíðindaflutning, nú verður lagt í eina sending, sum liggur ”uttan fyri tíðindadeildina”.

- Eg eri troyttur av at hoyra journalistar tosa við aðrar journalistar um journalistikk í tíðindunum. Eg haldi eisini, at fólk flest møðast av hesum. Nú fáa vit flutt hesi kjakini til eina sending, sum tíðindadeildin onga ávirkan hevur á, og sum verður viðgjørd av fólki uttan fyri húsið. Tað hóvar mær væl, sigur Heini Gaard.

Sambært lýsingini fær Øssur Winthereig 5.000 krónur fyri hvørja sending. Pressan verður at hoyra fyrrapart fríggjadagar í vetur.

Útvarpið hjá Kringvarpinum hevur fyrr havt sending við hesum heiti. Tað var ein seinnaparts kjaksending, sum Anna Ellingsgaard, sála, stóð fyri fyri nøkrum árum síðani. Øssur Winthereig hevur sum fríyrkisvinnurekandi nýliga gjørt sending fyri útvarpið. Tað var ein tosisending, har útgangsstøðið fyri kjakinum við gestin ofta var tað, sum bløðini høvdu skrivað gjøgnum vikuna – tað var tó ikki ein beinleiðis faklig viðgerð av tíðindaflutninginum.

- Hetta er kanska fyrstu ferð, at tíðindadeildin hevur sent eina sending út í alment útboð, men tað er jú heilt vanligt, at fólk uttan fyri húsið gera sendingar fyri Kringvarpið – tað er kanska serliga galdandi fyri mentanardeildina, vísir Heini Gaard á.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Tann eg eri og tann eg var

Tann eg eri og tann eg var

Hann hevur vunnið alt, sum vinnast kann. Hann er sum einasti útlendingur blivin tilnevndur til týsku sjónleikaheiðurslønina...

Arbeiðssami skemtarin av Argjum

Arbeiðssami skemtarin av Argjum

Seinastu trettan árini hevur Hans Andreasen rikið Glitnir, sum fyri átta árum síðani varð víðkað við Irsh Pub við Skálatrøð...

Meira langlesnaður