Benny Samuelsen andaðist í gjár

Benny Samuelsen andaðist í gjár

2017-12-31 09:54 Author image
Georg L. Petersen

Benny Samuelsen var ikki fyltur fimtan ár, tá hann í 1943 kom í prentaralæru á Dimmalætting. Hann arbeiddi á prentsmiðjuni í 27 ár, áðrenn hann í 1970 fór at arbeiða á redaksjónini á blaðnum. Hetta hendi samstundis sum stór tøknilig menning  fór fram á blaðnum, sum eisini legði seg eftir at hava fleiri skrivandi fólk í starvi.

Í 1981 tók Benny Samuelsen við sum ábyrgdarblaðstjóri eftir Georg L. Samuelsen, sum hevði røkt starvið síðan 1936. Benny Samuelsen stóð tí eisini á odda, tá flutt var inn í nýggja blaðhúsið á Smyrilsvegnum í 1985.

Benny Samuelsen valdi at leggja frá sær sum ábyrgdarblaðstjóri í 1995, men tá hevði hann eisini starvast á blaðnum í 52 ár. Hann hevði framvegis tætt tilknýti til blaðið og røkti starvið sum nevndarformaður í mong ár eftir hetta. Hann var eisini javnan framvið á Dimmalætting, líka til heilsan fór at bila.

Benny Samuelsen var sera virkin innan mentanarlívið. Hann var ofta at hoyra í útvarpsleikum, las fleiri skaldsøgur í útvarpi, var virkin í sjónleikarahúsinum í Havn og sat í nevndini fyri M. A. Jacobsens Bókmentavirðisløn eitt skifti. Afturat hesum sat hann Tórshavnar Líkningarnevnd frá 1970 til 1981 og sat í stýrinum fyri Húsalánsgrunnin frá 1979 til 1995. Hann var eisini millum teir, sum í fimmtiárunum tóku stig at stovna Føroya Prentarafelag, og sat í nevndini í nøkur ár.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður