Milliónir av krónum koma ongantíð í Barsilsskipanina

2016-06-05 12:07 Author image
Sigmund Vang

Næstan allir teir umleið 2000 føroyingarnir, sum arbeiða uttanlands ella hava B-inntøku í Føroyum, sleppa undan at gjalda í Barsilsskipanina, og bert 83 rinda í kassan – og teir sleppa munandi bíligari enn vanligi føroyingurin við A-inntøku.

Arbeiða teir til dømis í Noregi, skulu teir sum útgangsstøði rinda í norsku skipanina Folketrygd, men kunnu sambært avtalu millum Føroyar og Noreg søkja um undantak, so peningurin í staðin fer í føroyska skipan. Hetta verður altíð játtað.

 Høvdu allir føroyingar rindað til barsilsskipanina undir somu treytum, hevði grunnurin í dag verið munandi ríkari, enn hann er – og kjakið, um tað nú er nóg mikið í grunninum ella ei, hevði neyvan verið tað sama. Og tað hevði neyvan verið neyðugt at hækka inngjaldið við 0,09 prosentum á nýggjárinum, tá barsilstíðarskeiðið varð longt – tað fór frá 0,62 prosentum upp á 0,71 prosent av inntøkuni fyri at fíggja longda tíðarskeiðið.


Lesið meira um evnið í pappírsútgávuni av Dimmalætting, sum kom í sølubúðirnar fríggjadagin 3. juni. Georg L. Petersen, journalistur, hevur hugt upp á málið.

  

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður