Barnaítróttur kann fáa tað versta fram í okkum

2016-08-03 16:00 Author image
Dimma

Vit hava helst øll sæð tað. Meðan børnini spæla dyst, standa foreldrini á síðulinjuni og geyla. Eftir sínum børnum. Eftir mótstøðuliðnum. Dómarin, sum brúkar sína frítíð at hjálpa til, verður húðflettur. Og venjarin, sum fleiri ferðir um vikuna skundar sær frá arbeiði at venja børnini fyri einki, fær toyggið fyri ikki at seta liðið rætt.

Hetta hendir í dag í Føroyum – á fótbóltsvøllum, í hondbóltshallum og aðrastaðni við. Foreldrini liva seg fult og heilt inn í dystirnar, sum tey trúliga síggja hvørja tí einastu viku, meðan børnini skeita óttafull út á síðulinjuna: Gjørdi eg tað nú nóg gott?

Nøkur, sum annars vanliga eru hampafólk, loypa fullkomiliga framav, tá ið lítli alvi teirra eftir ætlan skuldi hava eina mennandi og spennandi løtu saman við sínum vinfólkum. Hvussu ber tað til?

Tað er ein sálarlig forkláring, og hon er púra natúrlig, sambært granskaranum og sálarfrøðinginum Glenn Geher, ph. D. Hann vísir á tríggjar evolutionellar, sálarligar frágreiðingar um, hví fólk gerast primitiv og missa tamarhaldið, tá ið tey eru til barnaítrótt.


Vit og tit

Tann fyrsta er, at menniskju heilt natúrliga skapa bólkar. Salarfrøðingurin kallar tað “psychological ingroups and outgroups”. Hetta gongur fyri seg um allan heimin, og tað hendir longu á ógvuliga ungum árum. Tað snýr seg grundleggjandi um, at tað eru “vit móti teimum”. Vit eru ein bólkur, og tey eru ein annar bólkur, og hesin mótsetningurin er ein grundleggjandi partur av sosialsálarfrøði.

Vit geva okkara bólki ella liði góðar menniskjaligar og vælviljaðar eginleikar, meðan hin bólkurin ella partar av mótstøðuliðnum verða demoniserað, soleiðis at ivin ongantíð kemur teimum til góðar. Prógvið fyri hesum sæst best, tá tað kemur politikk, religión og mentanarligar munir, men tað er kanska lættast at fáa eyga á hetta, tá ið barnið spælir dyst.

Ímynda tær, at barn títt kemur til at gera eitt heldur ivasamt brotsspark, sum avger dystin. Ella tú skalt meta um, hvørt hasin bólturin var inni ella úti. Ella um tað var rangstøða. Ivast vit, so kemur ivin okkara barni til góðar. Ikki mótstøðuliðnum ella dómararnum. Og vit eru rættiliga sannførd, hóast tað kanska kann tulkast báðar vegir. Ella hvussu er hjá tær?

 

Skyldskaparlig sálarfrøði

Eitt annað, sum Glenn Geher dregur fram í sambandi við ovurhugað foreldur, er hugtakið inkluderandi dugnaskapur - ella “inclusice fitness”, ið stavar frá skúlanum eftir Darwin. Tað er tætt knýtt at skyldskaparligari sálarfrøði, har vit geva okkara egnu ílegum serligan ans.

Grundleggjandi snýr tað seg um, at náttúran skipar seg soleiðis, at hon so við og við velur út tær ílegurnar, sum gera, at ættin stendur seg betur. Tað burdi so ført við sær, at títt egna avkom klárar seg eitt vet betur enn tú sjálv/ur. Klára tíni børn seg væl, hevur tú gjørt tað gott. Tað er jú soleiðis, at barnið hevur umleið 50 prosent av tínum ílegum. Vinnur barnið, vinnur tú eisini, tá ið vit tosa um skyldskaparliga sálarfrøði. Tú fært altso ein sálarligan fyrimun av, at títt avkom stendur seg væl.

So tá ið eitt foreldur stendur og rópar heldur harðliga eftir sínum egna barni, kann tað hava nakað við at gera, at foreldrið ótilvitað roynir at betra førleikarnar hjá barninum – til egnan fyrimun. At tað so ikki hjálpir, er nakað annað. Kanska kunnu vit so leggja afturat, at í onkrum føri skal neyðars barnið gera tað, sum foreldrið ongantíð megnaði sjálvt.


Apan ið vil hava status

Í triðja lagi vil sálarfrøðingurin vera við, at vit støðugt royna at vaksa í tign. Menniskjað er – sum produkt av sterkum evolutionerum kreftum – ógvuliga viðkvæmt tignarliga. Um okkurt í umhvørvinum bendir á, at vit standa niðarlaga á tignarstiganum, so fáa vit eitt spark frá okkara kensluskipan, sum eggjar okkum at gera nakað við tað.

Tað er eisini orsøkin til, at vit troka okkum fram og helst vilja standa frammarlag í røðini. Okkara fornu forfedrar máttu stríðast, annars fingu teir ikki lut í tí tilfeingi, sum var. Vunnu teir ikki framat føði og øðrum ágóðum, megnaðu teir ikki at nørast og fjølgast, so ættin kom víðari. Um vit vilja tað ella ikki, so býr tað djúpt í okkum, at vit vilja vinna status, tí tað er partur av tí at yvirliva.

So øll vilja vinna. Tað vilja børnini. Tað vilja foreldrini. Og tað vilja venjararnir eisini; sjálvt teir sum siga seg ikki vilja tað. Tí hondina á hjartað, tað er stuttligari at vinna. Kensluliga og hormonella úrtøkan er skjalfest, til dømis økist mongdin av testosterone, tá ið tú vinnur, og hon minkar, tá ið tú tapir. Og hetta er ikki bara galdandi í ítrótti, men eisini í øðrum lívsstøðum, har tað at vinna ella tapi er avgerandi fyri úrtøkuna.


Foreldur fara um mørk

Vit eru altso motiverað til at vinna, bæði sálarfrøðiliga og menningarliga. Og ovurhugað foreldur missa tamarhaldið, tí tey vilja sínum børnum - og sær sjálvum – væl við at gerast partur av hesum “vinnaraliði”. Tað má niðurstøðan vera sambært sálarfrøðinginum Glenn Geher, ph. D.

Børnini kunnu mennast gjøgnum ítrótt, er breið semja um, men her er altso ein myrk skuggasíða, og hon eitur ofta foreldur. Foreldur – antin tey eru venjarar ella áskoðarar – fara onkuntíð um mørk, og tá gera tey størri skaða enn gagn. Børnini kunnu brádliga missa status, um foreldrini ikki kenna hógv. Tey kunnu gerast ótrygg og óglað, tí tey kenna seg ikki at eydnast. Og tá hava øll tapt.


(Kelda: psykologytoday.com)

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður