Hópgrøv við hundraðtals børnum funnin í Írlandi

2017-03-05 17:33 Author image
Simona Midjord

Fríggjadagin boðaðu kanningarfólk frá, at ein hópgrøv við børnum er funnin nærhendis einum fyrrverandi katólskum barnaheimi, har hildið verður, at í minsta lagi 800 børn doyðu, serliga í 1950-árunum.

Útgrevstur við gamla Bon Secours Mother and Baby Home í bygdini Tuam í County Galway vestantil í Írlandi hevur avdúkað ein bygnað við umleið 20 ymsum rúmum full av menniskjaleivdum.

Kanningarnar siga, at talan er um børn úr trimum árum og heilt niður í 35 vikur. Kanningarnar hava eisini staðfest, at flestu børnini eru grivin her í 1950-unum, tá hetta barnaheimið var eitt av fleiri í Írlandi, sum tók ímóti foreldraleysum børnum og ógiftum mammum. Heimið, sum varð rikið av nunnulagnum Bon Secours Sisters, tók eisini ímóti ógiftum kvinnum, sum skuldu til at eiga. Eftir barnsburðin varð barnið so tikið frá mammuni og nunnurnar tóku sær av tí, til tað kundi ættleiðast burtur.

Barnaheimini av hesum slag eru ein dapur partur av søguni hjá katólska Írlandi, og tað hevur leingi verið illgruni um, at nógv børn vóru grivin nærhendis heiminum í Tuam. Longu miðskeiðis í 1970-unum greiddu nakrir dreingir frá, at teir høvdu sæð mannabein á staðnum, tá teir høvdu spælt har, og illgrunin vaks, tá ein søgufrøðingur úr Tuam, Catherine Corless, fann deyðsváttanir hjá nærum 800 børnum, men – við undantaki av tveimum børnum – ongar upplýsingar um, hvar børnini vóru jarðað.

Í 2014 settu írsku myndugleikarnir eina nevnd, sum skuldi finna sannleikan um barnaheimið og lagnuna hjá hesum mongu børnunum. Catherine Corless hevði tá í eina tíð arbeitt við at loysa gátuna, men uttan at fáa stórvegis hjálp frá myndugleikunum, sum millum annað ikki vildi geva henni innlit í gomul skjøl frá barnaheiminum.

Men nú tykist óhugnaliga gátan verða loyst um, hvat varð av teimum mongu børnunum á barnaheiminum í Tuam.

 

Kelda:

The Guardian

 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður