Heimatíðindi

Barnafestivalurin fer á ferð

2020-04-22 16:24 Author image
Bryndis Hjartardóttir

Stóri barnafestivalurin, sum vanliga er um várið, er í ár útsettur til heyst.

- Tað hildu vit var í so leingi fyri børnini at bíða eftir, so vit royndu at finna uppá okkurt stuttligt, sum framvegis er skynsamt eftir tilmælunum, sigur Sunnuva Bæk frá Norðulandahúsinum.

Í døgunum 5.-14. fer Norðurlandahúsið, tí at koyra út til dagstovnar kring landið við eini lítlari útgávu av barnafestivalinum. Átakið er ókeypis fyri stovnarnar. 

Festival-lastbilurin verður stillaður uttanfyri stovnin, og av pallinum sleppa børnini at uppliva stuttar uttanduraframførslur í smáum bólkum, við bæði kendum og minni kendum føroyskum listafólkum.

- Norðurlandahúsið hevur annars havt talgilt undirhald, meðan húsið hevur verið stongt, men tað vit hugsaðu var, at vit vildu geva børnunum eina meira livandi uppliving í teirra nærumhvørvi, eina sum ikki var á skerminum, sigur Sunnuva Bæk.

Tað er avmarkað, hvussu nógv støð barnafestivalurin fær vitja og tí er tilmeldingin eftir 'først til mølle', leggur hon afturat. 

Vanligi barnafestivalurin verður, um alt loyvir tí, í oktober. Tá bjóðar Norðurlandahúsið mentan og list til børn og við børnum í øllum aldrum.

Tilmelding til barnafestivalin á ferð er á nlh.fo.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður