Mentan

Barnafestivalurin 2018

Barnafestivalurin 2018
2018-03-12 13:30 Author image
Innsent

Fyri fimtu ferð bjóðar Norðurlandahúsið øllum børnum og teirra vaksnu á festival. Skráin er sum vant á tremur við spennandi tiltøkum fyri børn í øllum aldrum – frá minstu pinkubørnunum til vaksnu tannáringarnar.

Festivalurin byrjar við vitjan úr Grønlandi og eini stuttligari verkstovu í grønlendskum maskudansi. Verkstovan er ókeypis og er, umframt at vera sera lærurík, ein tryggur máti at fáa vant láturmusklarnar.


Tá ið liðugt er at dansa, verður farið til setan og síðani til sjónleik. Barnafestivalurin fær nevniliga vitjan av spælandi og sjarmerandi svenska einmansleikinum ”Inferno”. 


Hendan fyrsta dagin á barnafestivalinum, t.e. leygardagin 7. apríl, lata eisini tvær framsýningar upp. Onnur er Sansarúm eftir Hansinu Iversen, sum bjóðar børnum at uppliva, nerta við og undrast yvir abstrakta list, og hin er ein framsýning av filmslist, sum føroysk børn hava gjørt.


Sunnudagin verður farið til konsert. Vælumtóktu barnakonsertirnar hjá Føroya Symfoniorkestri eru fastur táttur á barnafestivalinum, og í ár verður tað søgan hjá Edwardi Fuglø um vitapassaran Poetikus, sum verður søgd við orðum, tónleiki og myndum.


Mánadagur til fríggjadag eru halgaðir barnagarðum og skúlum. Tá koma eini 5000 børn í Norðurlandahúsið at uppliva list og mentan á allarhægsta stigi.


Endabresturin av barnafestivalinum er eitt heilt vikuskifti av fjølbroyttari list til allar aldursbólkar. Tey allaryngstu (1-6 ár) sleppa til sirkus við írska bólkinum Fidget Feet, sum framføra fittu og vøkru sýningina ”Strange Feathers” um tveir løgnar fuglar, sum royna at læra seg at flúgva. Eisini sleppa tey yngstu (3-6 ár) til spildurnýggja barnaleikin ”Luddi og Lundisa”. Til tey, sum eru eitt sindur eldri (7- 13 ár), verður ein ævintýrakend frásøgukonsert, har Annfinnur Heinesen og tónleikabólkurin hettarher endugeva søgur frá okkara forfedrum. Og til tey elstu (10-17 ár) verður ein spennandi konsert við bólkinum Dánjal.

Mynd: Mask Dance


Mynd: Inferno

 

Mynd: Strange Feathers


Mynd: Luddi og Lundisa


Mynd:Annfinnur Heinesen og hettarher


Mynd: Dánjal


Barnafestivalurin er 7.-15. apríl. Sí skránna á nlh.fo.

 

 

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður