Heimatíðindi

Barnadeildin flytur heim aftur

2020-05-29 07:50 Author image
Bryndis Hjartardóttir

Barnadeildin, sum fyri góðum mánaði síðani mátti víkja fyri at gera pláss fyri koronasjúklingum flytir nú heim aftur.

Eingin smittutilburður hevur verið síðani 22. apríl og tí metir leiðslan á sjúkrahúsinum, at grundgeving er fyri at skipa seingjaplássini aftur nærri gerandisdegnum.

Tað hevur við sær at koronadeildin á B5 verður niðurløgd og Barnadeildin flytir inn aftur í vanligu deildina. Tað merkir eisini at øll deildin B7, ið hevur húsað bæði medisinsku seingjadeildini og barnadeildini seinastu tíðina, nú aftur verður tøk til medisinskar sjúklingar.

Hendan ætlanin verður sett í verk longu 2. juni.

Hóast lítil smittuvandi er í løtuni, er sjúkrahúsverkið til reiðar um støðan broytist. Ætlan verður gjørd fyri skurðdeildina A3 og hvussu hon nýtast til koronadeild. Hendan deildin steingir tí fyri skurðsjúklingum frá 19. juni.  

Um tørvur verður á fleiri enn fýra seingjarplássum, verður koronadeildin aftur á B7, um onnur loysn ikki er funnið árðenn.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður