Nýggjar reglur fyri viðgerð og tøming av barlast

2017-03-27 16:48 Author image
Sigmund Vang

Reglurnar í sáttmálanum Ballast Water Management Convention verða nú settar í verk, so at skip undir føroyskum flaggi ikki vera fyri mismuni, tá hesi koma í fremmanda havn og fyri at tryggja, at vit kunnu handhevja reglurnar mótvegis skipum, sum koma í føroyska havn. Tað upplýsir Heilsu- og innlendismálaráðið.

Sáttmálin um barlastarvatn er ein heimsfevnandi sáttmáli undir sjóvinnufelagsskapinum IMO, sum Føroyar staðfestu í 2013. Sáttmálin fær altjóða gildi 8. september 2017.

Endamálið við sáttmálanum er at fyribyrgja spjaðing av fremmandum djóra- og plantusløgum og sjúkuelvandi verum, sum kunnu verða førd úr einum havøki og í annað við barlastarvatninum. Vísindin hevur staðfest, at spjaðing av fremmandum ella sjúkuelvandi djóra- og plantusløgum kann ávirka ella skeikla vistskipanina og annars hótta lívfrøðiliga margfeldið runt um í heiminum, sigur Heilsu- og innlendismálaráðið.

Reglurnar hava við sær,  at skip undir føroyskum flaggi ikki vera fyri mismuni, tá hesi koma í fremmanda havn og fyri at tryggja, at vit kunnu handhevja reglurnar mótvegis skipum, sum koma í føroyska havn.

Frameftir skulu eitt nú skip, sum hava tikið barlastarvatn inn úr einum øki uttanfyri føroyska sjómarkið, ikki tøma barlastarvatnið í einari føroyskari havn, uttan at fylgja reglunum í nýggju kunngerðini. Heldur ikki kunnu skip tøma barlastarvatn, sum er tikið úr føroyska økinum út í fremmanda havn, uttan at lúka krøvini í sáttmálanum. Reglurnar eru ikki galdandi fyri skip, sum bert sigla og virka í føroyskum sjógvi.

Tað eru ávikavist Umhvørvisstovan og Sjóvinnustýrið, sum fara at umsita regluverkið og krøvini til handfaring og viðgerð av barlastarvatni. 

Roknað verður við, at tað fara at ganga upp til seks ár, áðrenn øll skip lúka treytirnar í sáttmálanum, upplýsir aðalráðið.

 

 

 

  

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður