Mentan

Barbara í Gongini vónar at sleppa ígongd aftur

(Skíggjamynd: kvf.fo)

(Skíggjamynd: kvf.fo)

2018-07-09 21:35 Author image
Ingi Samuelsen

Barbara í Gongini hevur ikki mist vónina um framhaldandi at kunna virka við at sniðgeva klæði við serligum broddi, men fyrst skal tíðin brúkast til at koma seg yvir smeitin, tá felagið Barbara I Gongini A/S mátti fara á húsagang í síðstu viku.

Tað sigur føroyski sniðgevin í eini útsøgn eftir húsagangin 29. juni, tá felagið mátti ásanna, at tað ikki longur bar til at halda fram við virkseminum.

- Dreymurin um at skapa klæði við sterkum hugburði til snið og kringumstøður hevur altíð verið drívmegin í merkinum, og tað var ynskið um at skapa burðardyggar og serligar klædnavørur við listarligum integriteti, sum var orsøkin til at vit byrjaðu virksemið í 2005. Málið var ongantíð at skapa eina stóra umfatandi forrætning, men heldur ein lítillátin ætlan um at skapa eitt rúm, har skapanarevni og skapanargleði høvdu bestu livikor, skrivar Barbara í Gongini.

Nú 13 ár seinni skoðar hon yvir verkið, og kann ásanna, at tað helst ikki var tann rætta avgerðin í fjør, at koma fram við eini nýggjari ætlan í fjør, sum fekk navnið ’Norðan’. Hóast hugskotið varð virðismett av stuðlum og vinnulívsleiðarum, so megnaði tað ikki at klára seg.

- Tað stendur nú greitt fyri okkum, at vit heldur skuldu havt hugt inneftir til kjarnuvirðini í felagnum og hildið fast í teimum virðunum, og skorið inn á bein fyri at lyfta Barbara I Gongini upp á nýggjar hæddir, ljóðar niðurstøðan hjá føroyska sniðgevanum í dag.

Barbara í Gongini vónar at fáa nýggjar møguleikar at gera brúk av teimum virðismiklu royndunum, sum tey hava fingið gjøgnum hesi 13 árini, og framhaldandi kann arbeiða í vinnuni at skapa ”klæði við eftirtanka, sum flyta mørk og geva íblástur”.

- Vit halda, at vit hava prógvað, at tað eisini er vinnuligir møguleikar í tí, tí okkara fyritøka hevur víst avlop á botnlinjuni seinastu árini, sigur hon.

Síðan byrjanina í 2005 hevur Barbara í Gongini verið eyðsýnd á mótapallunum í Paris, Milano, Los Angeles og New York, og klæðini eru seld á 20 marknaðum kring allan heim og hava eisini verið fast innbúgv á mótavikuni í Keypmannahavn.

Barbara í Gongini hevur eisini verið virkin í lista- og mentanarkjakinum, og hevur havt verk við á framsýningum á gallaríum og listasøvnum kring allan heimin.

Tá hon fekk Mentanarvirðisløn Landsins fyri 2017 fyrr í ár, ljóðaði grundgevingin m.a. soleiðis: ”Samfelagsligi áhugin og arbeiðið fyri javnstøðu í víðastu merking, eisini við atliti at kyni, religión, seksualiteti og aldri, eyðmerkir hennara hugsanar- og arbeiðshátt í skapanini av klæðum á høgum listaligum støði. Í støðugum samstarvi við list og listafólk dregur Barbara í Gongini fram tað eyðkenda við plagginum. Hon ber tað saman við tann livandi kroppin og skapar klæðir og tilhoyr, ið geva menniskjanum frælsi at bjóða siðvenjuni av og at menna sín egna samleika.”

Les eisini: Felagið hjá Barbaru í Gongini farið á húsagang 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður