Heimatíðindi

Barakkirnar verða fluttar í 2020

Upprunaliga varð lagt upp fyri, at barakkirnar lættliga kundu takast burtur aftur, tá brúk ikki var fyri teimum meira. Her gera tey klárt at seta tær fyrstu upp

Upprunaliga varð lagt upp fyri, at barakkirnar lættliga kundu takast burtur aftur, tá brúk ikki var fyri teimum meira. Her gera tey klárt at seta tær fyrstu upp

2019-01-08 16:23 Author image
Turið Justinussen

Barakkirnar í Hoydølum verða fluttar út á Frælsið í 2020 sum fyribils skúlastovur í sambandi við, at bygningurin, ið nú hýsir fólkaskúla og Námsvísindadeildini hjá Fróðskaparsetrinum verður umbygdur

Verandi barakkirnar í Hoydølum fingu í mai-juni 2010 eitt tíðaravmarkað byggiloyvi, ið skuldi loysa akutta hølistørvin. Loyvið var galdandi til juli 2014.

Í Juni 2012 varð loyvi givið til tvær skúlastovur afturat við tí fortreyt, at bygningurin, allar installatiónir og annað skuldu takast av økinum, og at økið og lendið varð endurskapað í 2016, tá nýggi skúlin í Marknagili varð liðugur.

Skúlin í Marknagili, Glasir bleiv, eftir seinkingar, tikin í brúk í summar í fjør, men barakkirnar standa enn stinnar á stóra frílendinum í Hoydølum.

Les eisini: Hoydalar í bíðistøðu

Barakkirnar verða fluttar í 2020
Poul Geert Hansen, aðalstjóri í Mentamálaráðnum, sum varðir av barakkunum, játtar, at ætlanin framvegis er at flyta barakkirnar og endurskipa lendið aftur til bø, tá tað letur seg gera. Ætlanin er, at barakkirnar í Hoydølum, sum tað almenna fyri nøkrum árum síðani yvirtók frá einum privatum felag, verða fluttar út á Frælsið sum fyribils skúlastovur hjá Námsvísindadeildini:

- Í 2020 verður skúlabygningurin tømdur og fólkaskúlin á Frælsinum flytir út á Fløtur. Tá skal okkurt gerast við bygningin, og ætlanin er at flyta barakkirnar út á Frælsið sum eitt fyribilstiltak, ið skal betra um umstøðurnar hjá Námsvísindadeildini hjá Fróðskaparsetrinum undir umbyggingini av bygninginum, sigur hann í samrøðu við Dimmalætting og leggur afturat:

- Fyri ikki at gera seg inn á spæliøkið á skúlanum, áðrenn skúlabygningurin er tømdur, verður væntandi bíðað til 2020.

Mentamálaráðið og Tórshavnar Kommuna eiga bygningin í felag, og Poul Geert Hansen greiðir frá, at enn er ikki endiliga avgjørt, júst hvat skal gerast við hann.

- Í so fall, at tað dregur út, verður tað í tráð við myndugleikarnar, so alt hendur eftir avtalu, sigur hann at enda. 

[object Object]

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður