Bill skjýtur og spyr: Bara fólk í høvuðsstaðnum í skattanevndini

2016-06-03 11:46 Author image
Dimma

- Tað er hugvekjandi at staðfesta, at allir limirnir í nevndini búgva og arbeiða í høvuðsstaðarøkinum.

Soleiðis sigur Bill Justinussen úr Miðflokkinum, sum nú alment setir stórt spurnartekn við ta samanseting, sum Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, hevur valt til skattanevndina.

Skattanevndin er sett at endurskoða alla skatta- og avgjaldsskipanina í Føroyum.

Eingin úr Norðoyggjum, Eysturoynni, Vágoynni, Sandoynni ella Suðuroynni er mettur egnaður at siga landsstýriskvinnuni, hvussu framtíðar skattapolitikkurin skal síggja út, hevur landsstýrismaðurin úr Eysturoynni lagt til merkis, og tað heldur hann hava týdning.

- Sjónarmiðini um, hvussu skattur skal áleggjast, eru sera ymisk í landi okkara. Í økjum, har vinnulívið stendur sterkt, eru nøkur sjónarmið ráðandi, sum sjáldan vinna vegin fram til heitu stólarnar á almennu skrivstovunum í høvuðsstaðnum, sigur Bill Justinussen millum annað í løgtingsfyrispurningi, sum hann hevur sett Kristinu Háfoss.

Hann spyr millum annað, hví bara fólk við hægri útbúgving eru sett at viðgera skattaskipanina. Hví eru ikki eitt nú verkafólk og vinnulívsfólk í nevndini. Men høvuðsdenturin hjá tingmanni Miðfloksins er, hví so nógv fólk í høvuðsstaðnum skulu manna nevndina.

- Skal arbeiðið í eini skattanevnd hava tyngd, vekt og undirtøku, bæði á Løgtingi og mest av øllum millum fólkið, er neyðugt, at øll viðkomandi sjónarmið verða vigað og viðgjørd á so sakligum og óheftum grundarlagi, sum gjørligt, sigur Bill Justinussen.

Talan er um ein grein 52 spurning, sum Kristina Háfoss skal svara skrivliga.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður