Heimatíðindi

Bank Nordik: Aðalfundur “uttan” eigarar og nevnd

Sum so mangt annað, sum hendir beint nú, fer eisini ársaðalfundurin hjá Bank Nordik 2020 í søgubøkurnar tí hann var sjáldsamur. Hann verður uttan nevnd, og helst eisini uttan at eigararnir eru til staðar, sigur bankin í tíðindaskrivi Mynd: Sveinur Tróndarson

Sum so mangt annað, sum hendir beint nú, fer eisini ársaðalfundurin hjá Bank Nordik 2020 í søgubøkurnar tí hann var sjáldsamur. Hann verður uttan nevnd, og helst eisini uttan at eigararnir eru til staðar, sigur bankin í tíðindaskrivi Mynd: Sveinur Tróndarson

2020-03-24 21:48 Author image
Sveinur Tróndarson

- Av tí, at BankNordik ikki væntar at fáa lógarheimildina frá myndugleikunum, sum krevst fyri at avlýsa ársaðalfundin, verður aðalfundurin hildin hósdagin 26. mars.

Tað stendur at lesa í tíðindaskrivinum, sum bankin hevur sent út í kvøld, í samband við ársaðalfundin, sum fyrst var lýstur at vera hósdagin 26. mars, síðan avlýstur til tess at fyribyrgja koronasmittuni, men sum nú aftur verður settur á skrá til í ovurmorgin.

Uttan nevnd og forkvinnu
Bankin skal fylgja teimum tilmælum, sum myndugleikarnir koma við í samband við koronasmittuna, og tað var orsøkin til fráboðanina fríggjadagin. Tá vónaði nevndin at fáa heimild at útseta aðalfundin til seinni, men tíðindaskrivið í kvøld er ein staðfesting av, at hetta ikki fer at eydnast, viðurkennir Árni Ellefsen, stjóri.

- Tí halda vit aðalfundin hósdagin, men hetta verður ein øðrvísi aðalfundur, sigur hann.

Eitt, sum er øðrvísi er, at nevndarforkvinnan, Stine Bosse, verður ikki á sjálvum fundinum, men hon verður kortini við umvegis telduna. Men hví verður hon tað?

- Orsøkin er tann einfalda, at kemur hon til Føroya, so má hon í sóttarhald í tvær vikur, og so gevur tað onga meining, at hon kemur upp. Men nevndin verður heldur ikki í sjálvum fundarhølunum, sigur Árni Ellefsen.

...og helst uttan eigarar
Men tað er ikki bara nevndin, sum merkir avleiðingarnar av herdu ásetingunum í samband við koronasmittuna.

Tað gera eigararnir eisini, og verður tað sum stjórin í bankanum vil, so møta eigarar heldur ikki á aðalfundi.

Teir, sum ynskja at koma, sleppa sjálvandi, tí teir eiga avgerðina sjálvir, men sum øll onnur má Bank Nordik eisini halda seg til ásetingarnar um, hvussu nógv fólk kunnu savnast á einum stað.

- Tað gera vit sjálvandi, og møta fleiri enn tíggju, so mugu vit skipa okkum hareftir. Tað skal nokk ganga, tí bankin er stórur, men vit fara eisini at seta okkum í samband við tey, sum hava boðað frá luttøku, og vit fara at mæla teimum til at geva bankanum fulltrú í staðin fyri, at tey møta, sigur Árni Ellefsen.

So tað kann í grundini henda, at hesin aðalfundurin hjá Bank Nordik verður uttan nevnd og uttan eigarar?

- Tann møguleikin er til staðar, sigur forstjórin.

Strika vinningsbýtið fyrbils
Tá fyrsta fráboðanin um aðalfundin kom út, varð boðað frá, at nevndin fór at mæla aðalfundinum til at rinda eigarunum 67,2 milliónir krónur í vinningsbýti fyri árið 2019.

Í fráboðanini fríggjadagin varð sagt, at orsakað av umstøðunum, var gjørt av at viðgera vinningsbýtið av nýggjum, og tað er nú gjørt.

Fyribils í øllum førum.

Tí í fráboðanini í kvøld verður boða frá, at broyttu og serstøku umstøðurnar hava við sær, at bankin ikki metir tað vera ráðiligt at gjalda vinningsbýti sum ætlað. Tí verður á aðalfundinum skotið upp, at einki vinningsbýti verður goldið fyri 2019.

Men nevndin fylgir gongdini og avleiðingunum av COVID19 neyvt.

- Og um støðan og útlitini batna seinni í ár, fer nevndin at viðgera spurningin um vinningsbýti fyri 2019 av nýggjum.

Bankin strikaði fríggjadagin fíggjarligu metingina fyri árið. Nevnd og leiðsla mettu, at bankin fór at hava millum 100 og 150 milliónir í avlopi í ár, men tað hongur eitt sindur í leysum lofti, skrivaði bankin í tíðindaskrivinum fríggjadagin.

Nýggj meting av útlitunum verður gjørd í samband við roknskapin fyri fyrsta ársfjórðing, sum verður kunngjørdur 30. apríl.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður