Bank Nordik: 143 mió. í avlopi fyrstu níggju mánaðirnar

Mynd: MAP

Bank Nordik: 143 mió. í avlopi fyrstu níggju mánaðirnar

2017-10-26 11:34 Author image
Innsent

Virksemið hjá BankNordik-samtakinum hilnaðist væl ársins fyrstu níggju mánaðir, upplýsir bankin. Úrslitið áðrenn skatt gjørdist 143 mió. kr., og tað samsvarar við upprunaligu væntanirnar. Góða gongdin hjá samtakinum stavar frá einum effektivari rakstri og tættari sambandi við viðskiftafólkini, verður sagt.

- Ársins fyrstu níggju mánaðir hava roynst væl, og úrslitið er í samsvari við væntanirnar. Samanumtikið er framgongd á øllum marknaðum og í øllum londum. Í Føroyum heldur hóvligi útlánsvøksturin fram, hóast vit fyrr í ár herdu kredittpolitikkin og øktu krøvini til eginfígging hjá viðskiftafólkunum í sambandi við bústaðarfígging. Tað er m.a. lága altjóða rentustøðið, góða búskaparliga gongdin og fólkavøksturin, ið elva til øktan eftirspurning eftir bústøðum í høvuðsstaðarøkinum, sigur Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik.

Úrslitið fyri 3. ársfjórðing vísir, at kjarnuvirksemi bankans framvegis stendur seg væl á øllum marknaðum. Bankavirksemið í Danmark og Grønlandi umboðar 67 mió. kr. av rakstrarúrslitinum, sum tilsamans er 136 mió. kr. Sum væntað eru rentuinntøkurnar lækkaðar í kjalarvørrinum av avtøkuni av danska vinnukundavirkseminum og áhaldandi trýstinum á rentumarginalin. Samanborið við sama tíðarskeið í fjør eru rentuinntøkurnar lækkaðar við 21 mió. kr. Hinvegin eru inntøkur frá tænastugjøldum hækkaðar við 8 mió. kr. samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Tað er serliga íløgurøkt bankans, ið hevur kastað meira av sær higartil í 2017. Á sama hátt sum undanfarnu ársfjórðingar hevur bankin fáar niðurskrivingar. Hetta er m.a. eitt úrslit av skynsama kredittpolitikki bankans og góðu búskapargongdini á teimum marknaðum, ið bankin virkar á.

Dótturfeløgini, Trygd og Skyn, hava eisini staðið seg væl higartil í ár. Tryggingarinntøkurnar eru hækkaðar, og lutfasliga fáir skaðar hava verið í 3. ársfjórðingi. Nógva virksemið á bústaðarmarknaðinum sæst eisini aftur í tølunum hjá Skyn, sum hevur selt líka nógvar ognir sum sama tíðarskeið í fjør, tá ið sølan var methøg.

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður