Balada í Havnar Bio

2016-05-15 18:58 Author image
Dimma

Mikukvøldið 18. mai sýnir Filmsfelagið "Balada" hjá Anton Petersen í Havnar Bio, skrivar Filmsfelagið í tíðindaskrivi.

Leikstjórin, Anton Petersen, sigur, at "Balada" er eitt minimalistiskt kamarspæl um síðsta kvøldið hjá einum pari, áðrenn tey fara hvør til sítt morgunin eftir.

- Filmurin varð gjørdur stutt eftir fyrsta árið á film.factory í Sarajevo, Bosnia & Hersegovina. Umframt at viðgera evnini skilnað og samleika, er filmurin ein roynd at arbeiða við eginleikunum tíð og rúm í filmi.

- Senurnar eru allar filmaðar í longum one-takes, har frásøguhátturin, expositión, tað at fokusera á at bera søguna fram so skjótt og effektivt sum gjørligt, sum vanliga verður nýttur í klassiskari filmsgerð, ikki fær fyrstu raðfesting, meðan høvuðsdentur verður lagdur á, at hyggjarin sleppur at sansa rúmið og karakterirnir, sigur Anton.

- Íbúðin, sum hevur verið karmur um parið og myndað stóran part av teirra samleika, stendur nærum tóm, og reikandi roynir parið at halda fast í restunum, sum eru eftir av parlagnum.

- Hyggjarin fær tí møguleikan at uppliva, at tað, sum einaferð kendist sum eitt trygt heim, kennist kalt og ófrættakent, og harvið eisini at uppliva tað rótloysi, sum fylgir við tá ið samleiki sindrast.

Eftir filmin "Balada" verður møguleiki at práta við leikstjóran um fyrimunir, vansar og avbjóðingar við tílikari filmsgerð, og at frætta um nýggja filmin, sum Anton fer undir í Føroyum í heyst.

"Balada", sum er í litinum, varir í 63 minuttir og hevur føroyskan undirtekst

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður