Bakkafrost yvirtekur ábyrgdina av lívfiskaætlanini hjá Fiskaaling

Lívfiskastøðin í Skopun. Savnsmynd

Bakkafrost yvirtekur ábyrgdina av lívfiskaætlanini hjá Fiskaaling

2017-12-22 13:06 Author image
Leif Láadal

Bakkafrost hevur í dag undirskrivað avtalu við Fiskaaling og Uttanríkis- og Vinnumálaráðið, ið inniber at Bakkafrost yvirtekur ábyrgdina av lívfiskaætlanini.

 Bakkafrost fer at byggja eina nýggja lívfiskastøð og til henda ætlan er framd, fer virksemi at halda áfram í bygningunum hjá Fiskaaling í Skopun og við Áir. Starvsfólkini, sum í løtuni starvast á hesum støðum, koma eisini at halda áfram.

 Við hesi avtaluni er tað tryggjað, at vit í Føroyum kunnu taka uppaftur rognaframleiðslu og kynbótaarbeiði grundað á serstøku føroysku laksastammuna, og framhaldandi menna tann føroyska laksin. Tann føroyska laksastamman er ein stamma, ið vit føroyingar eiga rættindi til og kunnu víðarimenna í mun til aðrar stammur, har útlendingar hava allan ræðisrættin.

Regin Jacobsen, forstjóri á Bakkafrost sigur í eini viðmerking: “Vit á Bakkafrost eru sera fegin um, at tað hevur eydnast at tryggja framtíðina hjá serstøku føroysku laksastammuna. Føroyskur laksur hevur sera gott orð á sær á marknaðinum. Søgan um føroyska laksin, ið etur lokalar rávørur, veiddar við Føroyar og á føroysku firðunum, sum hevur ein sereyðkendan smakk – er sera góð. Vit meta, at eitt gott kynbótaarbeiði er viðvirkandi til at tryggja, at føroyskur laksur eisini frameftir stendur seg í kappingini.

Harumframt hevur ein áhaldandi menning av føroysku laksastammuni stóran týdning m.a. tá tað snýr seg um trygd fyri, at vit sjálvi hava rogn at lata til alivinnuna og at vit lækka váðan fyri at innflyta sjúku. Tað hevur eisini stóran týdning framhaldandi at menna laksin til føroyska umhvørvið.”

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen
”Den er helt gal med Anna”

”Den er helt gal med Anna”

Tá Anna arbeiddi sum fangavørður, varð hon mett sterk og óttaleys. Men í loyndum stríddist hon við álvarsama strongd

Author image Marita á Rógvi

Meira langlesnaður