Bakkafrost keypir restina av Faroe Farming

2016-06-29 19:04 Author image
Dimma

Bakkafrost hevur í dag avtalað við Sp/f Hjallur at keypa 51 partabrøvunum av partabrøvunum í P/F Faroe Farming fyri 75 milliónir krónur. Við keypinum verður Bakkafrost 100 prosent eigari av P/F Faroe Farming við virknaði frá 1. juli 2016

Samstundis við keypinum av partabrøvunum í P/F Faroe Farming, letur Bakkafrost tvey aliloyvi inn. Aliloyvini, sum verða innlatin, eru Svínáir og Hovsfjørður.

Eftir hetta lýkur Bakkafrost framvegis ásetingarnar í alilóggávuni um ikki at eiga meiri enn 50 prosent av loyvunum í Føroyum, sigur Bakkafrost í tíðindaskrivi.

- Bakkafrost roknar við, at alingin í Suðuroy kann optimerast munandi framyvir. Gongdin við størri smolti og styttri tíð í sjónum fer eisini at gagna alingini í Suðuroy. Bakkafrost hevur boðað frá munandi útbyggingarætlanum komandi fimm árini – og ein partur av hesum møguleikum kunnu viðføra størri virðisskapan bæði fyri Suðuroynna og fyri Bakkafrost sum heild, sigur Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost.


Trý loyvi í Faroe Farming

P/F Faroe Farming er eitt alifelag við trimum aliloyvum í Suðuroynni. Samlaða tøkan av laksi í 2015 hjá Faroe Farming var 4.681 tons. Eitt av aliloyvunum, sum verður latið inn til myndugleikarnar, er Hovsfjørður, og tí fer P/F Faroe Farming at hava tvey aliloyvir.

Nettosølan hjá P/F Faroe Farming í 2015 var 154 milliónir krónur og EBIT 13 milliónir krónur. Úrslitið fyri skatt í 2015 var 10 milliónir krónur. Við árslok 2015 vóru samlaðu ognir felagsins 174 milliónir krónur og eginognin 80 milliónir krónur.

P/F Faroe Farming hevði 59 ársverk í 2015.

Dagligi raksturin hjá P/F Faroe Farming verður óbroyttur, og P/F Faroe Farming verður eitt dóttirfelag hjá P/F Bakkafrost. Frá 1. januar 2017 verður P/F Faroe Farming lagt saman við Bakkafrost Farming.

Handilin er treytaður av góðkenning frá avvarðandi myndugleikum.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður