Heimatíðindi

Bakkafrost ger milliardíløgu

2019-01-05 12:47 Author image
Georg L. Petersen

Beint fyri jól undirskrivaði Bakkafrost helst størstu ráðgevingaravtalu í Føroyum nakrantíð og hevur eitt virði upp á umleið eina milliard krónur – hon umfatar nýggja lívfiskastøð í Skálavík, smoltstøð í Suðuroynni og tvær útbyggingar av smoltstøðum í Glyvradali og á Norðtoftum

– Endamálið er at bara at framleiða alifisk av føroysku stammuni. Lívfiskastøðin í Skálavík verður so stór, at vit kunnu nøkta okkara egnu øktu framleiðslu næstu tíggju árini, umframt at vit kunnu selja til aðrar alarar í Føroyum, um áhugi er fyri tí, sigur Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost.

Beint fyri jól undirskrivaði Bakkafrost helst størstu einstøku ráðgevingaravtalu í Føroyum yvirhøvur við SMJ, Landsbyggifelagið og nýggja arkitektavirkið Formo, sum er ein samanlegging av EM Ráðgeving og Teknistovuni. Avtalan hevur eitt virði upp á umleið eina milliard krónur, og skal sterkkja seg yvir fýra ár.

Byrjað verður við útbyggingini av smoltstøðini í Norðtoftum. Fyrsta arbeiðið verður boðið út einaferð í summar, og síðan skulu hini arbeiðini bjóðast út við einum millumbili á tríggjar til fýra mánaðir. Eftir ætlan skal øll verkætlanin vera komin á mál í 2022.

Lesið meira HER

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Á egnum kjøli

Á egnum kjøli

Málið um føroyskt skipafelag varð á fyrsta sinni borið fram á fólkafundi á Doktaragrund í Havn á ólavsøku 1916...

Meira langlesnaður