Badmintonsamband Føroya sett nýggjan landsliðsvenjara

Badmintonsamband Føroya sett nýggjan landsliðsvenjara

2018-01-05 12:06 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

Badmintonsamband Føroya hevur sett ein landsliðsvenjara afturat í starv. Tað upplýsir BSF í tíðindaskrivi sent til miðlarnar.

Talan er um danan, Sune Gavnholt. Sune Gavnholt er navnframur badmintonspælari úr Danmark, ið er fulltíðar venjari í Ikast IF Badminton. Hann hevur staðið seg væl sum yrkisleikari og hevur verið millum 10 bestu badmintonleikarar í Danmark og millum 100 teir bestu í heiminum. Umframt tað, hevur hann eisini luttikið í fleiri altjóða kappingum.

Badmintonsamband Føroya er spent uppá samstarvið, og sigur seg hava arbeitt við hesi setanini í nakrar mánaðar. Somuleiðis sigur Sune Gavnholt eisini seg gleða seg, at fara undir at venja føroyska landsliðið í badminton. Hann fegnast eisini um, at ein loysn er funnin, ið ger, at hann kann eisini virka í sínum vanliga starvi í Ikast.

Hann sigur seg gleða seg til at hitta leikararnar og byrja venjingina. Hann sigur seg sjálvandi vilja at liðið skal vinna dystir, men hann vil líka nógv leggja orku í at menna teir einstøku leikararnar.

Fyrsta uppgáman hjá nýggja landsliðstoyminum, Aritra Nandy og Sune Gavnholt, verður longu komandi vikuskifti. Landsliðið fer tá til Íslands at kappast.

Teir leikararnir, ið skulu umboða Føroyar í Íslandi vera:

Kristina Eriksen
Gunnva Jacobsen
Jóhanna Osberg Højsted
Sólfríð Hjørleifsdóttir
Magnus Dal-Christiansen
Benjamin Gunnarstein
Bartal Poulsen
Magni Hansen
Rani í Bø

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður