Sjúkrarøktarfrøðingar gjørt semju hóast misnøgd við lønina

2016-06-19 17:21 Author image
Dimma

Tann 1. oktober 2015 hækkar mánaðarlønin hjá sjúkrarøktarfrøðingum við 2,25%, og tann 1. oktober 2016 hækkar lønin við 1,9%.

Tað er avtalan, sum Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar hava gjørt við Fíggjarmálaráðið. Semjan mátti gerast við hjálp frá semingsstovninum, tí partarnir ikki kundu koma ásamt um nøkur viðurskifti við sjúkrarøktarfrøðingum, sum starvast hjá Heilsutrygd.

Forkvinnan í Felagnum Føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar, Óluva í Gong, sigur við Útvarpið, at tey eru nøgd við nøkur ting, og minni nøgd við onnur viðurskifti í sáttmálanum.

- Grundlønin hjá sjúkrarøktarfrøðingum er enn alt ov lág. Lønin samsvarar ikki við útbúgvingarstøðið og ábyrgdina hjá sjúkrarøkarfrøðingunum, sigur Óluva í Gong.

Nakrar broytingar og dagføringar eru gjørdar í sáttmálanum. Semja er eitt nú um, at víðka um sáttmálaøkið við Heilsutrygd, at gera nýggjar ásetingar um eftirsitiløn, barnsburðafarloyvi og uppsøgn. Nøkur gjøld eru hækkað og sum nakað nýtt, er ein skalagongd gjørd fyri sjúkrarøktarfrøðingar, sum Heilsutrygd hevur ábyrgd fyri. Partarnir hava eisini avtalað at seta ein arbeiðsbólk at arbeiða við nýggjum arbeiðstíðarreglum. Hesin arbeiðsbólkur skal miða eftir at verða liðugur við sítt arbeiðið í desember 2016.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður