Kjak

Avhøvdaður av órøttum?

2020-06-25 17:50 Author image
Sveinur Tróndarson

Mánadagin fall dómur í Hægstarætti ímót leiðslu og nevnd í Eik Bank Danmark, sum saman við restini av samtakinum fór á heysin fyri tíggju árum síðani. Sakarmálið, sum fekk sín enda mánadagin, snúið seg um, hvørt fremstu fólk bankans høvdu rikið hann óforsvarliga og tískil kundu ábyrgdast fyri stór fíggjarlig tap.

Svarið er nei. Marner Jacobsen, forstjóri í Eik-samtakinum, sum var nevndarfrormaður í Eik Bank Danmark og hini, ið stevnd vóru, hava ikki á nakran hátt forbrotið seg. Tey blivu øll fríkend.

Gott hjá teimum og teirra familjum og gott fyri føroyska samfelagið – tí føroyski kometbankin í Danmark var ikki tað kriminella rottubølið kortini, sum hann bleiv gjørdur til í fleiri donskum og føroyskum miðlum.  

Men hægstirættardómurin mánadagin reisir fleiri nýggjar spurningar. Tí hvat var tað, sum veruliga hendi? Bankin fór nevniliga á heysin á heystið 2010, tí Fíggjareftirlitið hóreiggjaði sær, sum at bankaleiðsla og nevnd longu vóru dømd fyri tey brotsverk, sum Fíggjarligt Støðufesti eitt ár seinni stevndi tey fyri – og tapti mánadagin.

Tað hendi, tí Jørn Astrup Hansen, fyrrverandi bankastjóri hjá Føroya Banka, størsta kappingarneytanum hjá Eik, óbiðin hevði vent sær til Fíggjareftirlitið og billað tí inn, at Eik sigldi vandasjógv og neyvan fór at hóra hetta sama heystið.

Úrslitið var, at Fíggjareftirlitið við sínum vitleysu og ógrundaðu krøvum um ógvusligar niðurskrivingar kappaði høvdið av bankanum. Hann hevði ongan kjans.

Krøvini vóru ógrundað, tí tey fyri stóran bygdu á skeivar upplýsingar, og uppáhald, sum vóru tikin í leysum lofti. Fíggjareftirlitið hevði sjálvt nakrar mánaðir frammanundan blástemplað raksturin hjá bankasamtakinum. Har var onki at koma eftir.

Fíggjareftirlitið var eisini í samskifti við donsku stjórnina um málið, og frá báðum síðum verður argumenterað við atlitinum til ríkisfelagsskapin. Man ræddist at koma í somu stríðsstøðu sum undir bankakreppuni í 1990’unum.

Men er tað saklig atlit at taka hjá Fíggjareftirlitinum? Serliga, tá átakið – likvideringin av Eik-samtakinum – hendi á einum so ivasomum grundarlagi, og at síggja til var bílagt av einum einkultpersóni?

Vit halda ikki.

Hetta málið snýr seg ikki bara um tann vinnuliga partin. Hetta snýr seg eisini um persónar, og har hevur samfelagið nú alla orsøk til at hyggja inneftir. Tí er tað í lagi, at nakrir persónar vera hongdir alment út at turka í 10 ár?

Manna millum hava teir verið dømdir, men nú eru teir fríkendir av hægsta rætti í ríkinum. Í øllum førum í hesum málinum. Og tað hevur nógv at siga fyri teir.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður