Heimatíðindi

Alilaksur pínist undir avlúsing í flógvum vatni

Mynd: fls.no

Mynd: fls.no

2019-04-24 09:05 Author image
Leivur Hansen

Á Bakkafrosti hava tey staðfest, at ávirkanin á fiskin er munandi minni, tá feskt vatn verður nýtt í hitaviðgerðini, enn tá hann verður viðgjørdur í heitum sjógvi. Úrslitið er, at fellið er munandi lægri – og nærum einki, tá rætt verður atborið


Alilaksur pínist undir avlúsing í flógvum vatni.

Tað er niðurstøðan í spildurnýggjari norskari kanning, skrivar norska tíðindastovan NTB.

Sambært kanningini fær fiskurin nógva pínu av at verða hitaviðgjørdur móti lús.

Laksurin svimur í ring, ristir við høvdinum og tykist vera ræðslusligin.

Norska Matvørueftirlitið heitir í hesum sambandi á alarar um at hava úrslitið av kanningini í huga.


Bíða eftir fakfólki

– Fyri okkum er onki løgið í, at fiskur upplivir neiliga ávirkan í flógvum sjógvi.

Tað sigur Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrosti, í eini viðmerking til Dimmalætting, eftir at hava kunnað seg um kanningina.

– Tó er ikki greitt, um fiskurin skilir ávirkanina sum pínu. Talan er um ein psykologiskan spurning., men sjálvandi skal ivin koma fiskinum til góðar. Av tí at hetta er ein heilt nýggj frágreiðing, eiga fakfólk at viðgera viðurskiftini, áðrenn endalig niðurstøða verður gjørd, heldur hann.


Hetta er brot úr grein í Dimmalætting. Dimma+ haldarar kunnu lesa alla greinina HER

 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður