Aung San Suu Kyi brýtur tøgnina um Rohingya-kreppuna við ákærum um “følsk tíðindi”

Mynd: Visualhunt

Aung San Suu Kyi brýtur tøgnina um Rohingya-kreppuna við ákærum um “følsk tíðindi”

2017-09-06 13:38 Author image
Turið Nolsøe

Nobelprísvinnari og stjórnarleiðari, Aung San Suu Kyi, er komin við fyrstu almennu viðmerkingini til støðuna hjá Rohingya-minnilutanum, síðan harðskapurin byrjaði aftur fyri tveimum vikum síðani. Hetta boðar BBC frá.

Í telefonsamrøðu við turkiska forsetan, Recep Tayyip Erdogan, sigur hon at “eitt ísfjall av villeiðandi upplýsingum” ávirkar Rohingya-krisuna, og tænir “yvirgangsfólkunum”. Aung San Suu Kyi hevur verið fyri sterkum atfinningum seinastu dagarnar, av tí at hon, sum ímynd fyri menniskjarættindabardagan, ikki hevur talað at hópdrápunum og burturtrokanina av Rohingya-minnilutanum í Myanmar.

Sambært henni verjir stjórnin allar íbúgvar í statinum Rakhine, har kreppan hevur tikið seg upp. Í samrøðuni legði hon afturat, at stjórnin berjist fyri, at “yvirgangur” ikki skal spreiða seg um alt Rakhine.

Nýggjastu tølini frá ST siga, sambært NRK, at meira enn 146.000 túsund Rohingya eru flýdd undan jagstranini í Myanmar til Bangladesh hesar seinastu tvær vikurnar.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður