Átta tilburðir av meslingum í Gøteborg

Mynd: Onhealth.com

Átta tilburðir av meslingum í Gøteborg

2017-12-27 18:48 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

Svensku heilsmyndugleikarnir eru í løtuni í holt við, at seta seg í samband við hundraðtals fólk, ið møguliga eru vorðin smittaði við meslingum. Tað skrivar danska blaðið, Politiken. Í býnum Gøteborg eru átta fólk vorðin smittaði av sjúkuni. Øll hava tey havt samband við tann sama persónin, ið fyrst varð smittaður. Viðkomandi hevði verið og ferðast í suður-Evropa, har meslingar eru meira útbreiddir enn í norður-Evropa.

Tá onkur er blivin smittaður av meslingum, skal viðkomandi inn í eitt rúm fyri seg sjálvan. Tað er týdningarmikið, at ein, ið er smittaður, t.d. ikki situr í sama bíðirúmi sum onnur fólk. 

Nú verður dúgliga arbeitt við, at finna útav hvørji onnur fólk tann persónurin, ið fyrst varð smittaður, hevur verið í samband við, síðan smittan var staðfest. Hetta er eitt stórt arbeiði og Sahlgrenska Universitetssygehus í Gøteborg, har allir átta meslingatilburðirnir eru staðfestir, hava kallað eyka arbeiðskraft inn, meðan trupulleikin stendur á. 
Fólkini ið møguliga eru smittaði skulu upplýsa um møgulig sjúkueyðkenni, og um so er, koma til kanningar.

Higartil eru bert átta tilburðir staðfestir, og tí meta myndugleikar, at har er tamarhald á støðuni. Meslingar eru tó ein álvarslig sjúka, ið smittar nógv, og tí er sera umráðandi at fáa skil á støðuna skjótt.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður