Atlantsflog leigar hjálp

2016-05-23 10:38 Author image
Dimma

Eini 150-200 ferðafólk hjá Atlantsflog eru rakt, nú fleiri ferðir eru útsettar og avlýstar í dag.

Orsøkin er, at tvey av trimum flogførum standa samstundis. Eitt er til regluligt eftirlit, meðan hitt er sett av “tekniskum ávum”, sum tikið verður til.

Atlantsflog hevur tí biðið Titan Airways úr Bretlandi um at hjálpa sær í morgin, sigur Rasmus Niclasen, ferðslusamskipari hjá Atlantic Airways.

- Titan Airways skal so í fyrstu atløgu hjálpa okkum í morgin (týsdagin, red.) við at flúgva ferðafólkini til Íslands og Barcelona. Vit halda ferðaætlanina sum ætlað í morgin. Vit klára okkum eisini mikudagin, og so arbeiða vit við at finna eina loysn fyri hósdagin og fríggjadagin, sigur Rasmus Niclasen.

Titan Airways fær ikki hjálpt Atlantsflog hósdagin og fríggjadagin, og tí má ein onnur loysn finnast. Tað er ein avbjóðing, viðgongur Rasmus Niclasen. Fæst ikki annað flogfar inn at hjálpa, so kann talan gerast um náttarflúgving, sigur hann. Um vikuskiftið verður Titan Airways so aftur tøkt at hjálpa.

Í dag er ferðin til Íslands rætt og slætt avlýst, og ferðafólkini eru umbókað til í morgin. Fráferðir til Bergen og Edinburgh eru nógv seinkaðar, og tí eru fleiri, ið skuldu flúgva víðari, komin heldur illa fyri. Rasmus Niclasen upplýsir tó, at tey hava verið í sambandi við nógv teirra, og fleiri hava flogið umvegis Danmark og víðari í staðin fyri.

Vísir hetta, at flotin hjá Atlantsflogi nú er vorðin nakað lítil í mun til tað, sum tit vilja náa?

- Nei, als ikki. Hetta er bara eitt sera óheppið samanfall, at eitt flogfar er til eftirlit, samstundis sum eitt flogfar verður kallað aftur. Hetta eru óvanligar umstøður, sum vit mugu royna at loysa sum frægast, sigur Rasmus Niclasen.

Í morgin og ovurmorgin fer ferðslan hjá Atlantsflogi væntandi at ganga nøkunlunda, sum hon skal. Hvussu verður við ferðsluna hósdagin og fríggjadagin er meira óvist, men arbeitt verður við málinum. Um vikuskiftið kann Titan aftur hjálpa til.

   

 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður