Atlantic Petroleum hevur yvirskot

Mynd: Visualhunt.com (tilvildarlig mynd)

Atlantic Petroleum hevur yvirskot

2017-08-30 16:00 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

Føroyska oljufyritøkan, Atlantic Petroleum, hevur fingið eina góða byrjan uppá 2017. Í tíðindaskrivið frá felagnum, dagfest 30. august 2017, verður nevniliga greitt frá, at fyritøkan hevur eitt yvirskot áljóðandi 6,4 milliónir krónir fyrsta árshelmingin av 2017.

Fyritøkan hevur annars ligið sera tungt á sjónum, síðan oljuprísurin byrjaði at lækka fyri nøkrum árum síðani.

Orsøkin til at Atlantic Petroleum nú hevur yvirskot, kann skyldast at tey í mai mánaða í ár, megnaðu at selja 25% av sínum parti av oljufeltinum Orlando. Tað fortelur annað tíðindaskriv, dagfest 15. mai í 2017. Oljufeltið Orlando er ikki bygt út, og tískil ikki byrjað at framleiða olju til sølu enn. Atlantic Petroleum seldi síni 25% til olju- og orkufyritøkuna Decipher Energy, og fær afturfyri lut í framtíðar inntøkum. Tá oljufeltið Orlando er liðugt úbygt, fer Atlantic Petroleum at fáa 2% av inntøkunum inntil har er blivið framleitt fimm milliónir tunnir av olju. Eftir hetta veksir parturin upp í 4,35% av inntøkunum.

 

 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður