Heimatíðindi

Atlantic Airways: 45 flogternur uppsagdar

2020-05-19 15:24 Author image
Sveinur Tróndarson

Tað er ein tungur dagur hjá øllum, sum varða av Atlantic Airways í dag.

Fyrr í morgun fingu 19 flogskiparar sekkin, tí felagið er spert av korona-støðuni, og longu frammanundan var greitt, at øll fríyrkisfólkini og summaravloysararnir, vóru loyst úr starvi.

Nú er túrurin komin til flogternurnar, og eisini har raka uppsagnirnar ógvuliga meint.

Íalt eru 45 flogternur sagdar úr starvi í dag.

- Vit hava verið umleið 80 flogternur í starvi, av teimum eru 30 í føstum starvi, og av hesum hava 45 í dag fingið at vita, at tær eru uppsagdar. Tíggju av teimum føstu eru sagdar upp og restin er so fríyrkisfólk, sigur Helena Johannesen.

Hon er álitisfólk hjá flogternunum, og hevur verið hjásitari í samband við uppsagnarsamrøðurnar. Tað er ein lítið hugalig uppgáva.

- Tað er hart at síggja starvsfelagar fáa uppsøgn, tí vit eru øll góð við felagið og við okkara starv. Men felagið veit ikki, hvat hendir frameftir, og tí hava tey tikið hesa avgerðina um at siga so nógvum fólki upp, sigur Helena Johannesen. 

Hon var ein av teimum, sum slapp undan uppsøgn, men henda seinasta tíðin hevur eisini verið strævin fyri hana.

- Líka síðan tað stongdi hevur tíðin verið øgiliga trupul. Vit hava bara gingið og bíða, tí vit vistu, at okkurt fór at henda, um gongd ikki kom á aftur. Tað kom tað ikki, og nú koma allar uppsagnirnar, sigur Helena Johannesen. 

Starvsfólkini hjá Atlantic Airways hava øll verið í koronaskipanini hjá ALS, síðan tann skipanin varð sett í gildi, og har eru tey enn. Meira og minni.

- Vit flúgva viðhvørt og annars eru vit partur av ALS-skipanini. Men tað er ikki nøktandi fyri felagið, og tað er tað sum nú fær avleiðingar fyri starvsfólkini, sigur hon.

Uppsagnirnar eru spjaddar í starvsbólkinum. Bæði flogternur við langari starvstíð og við styttri starvstíð hava fingið uppsøgn. Og lutfallið millum fastar og fríyrkisfólk er 10 og 35.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður