Ætlanir um 400 nýggj hotelkømur í Havn

Hotel Havgrím í fyrrverandi kommandørhúsunum yviri við Strond er skjótt klárt at lata upp (Mynd: hotelhavgrim.fo)

Ætlanir um 400 nýggj hotelkømur í Havn

2018-04-11 16:29 Author image
Ingi Samuelsen

Um allar tær nýggju ætlanirnar um ný- og útbyggingar av hotellum í Havn gerast til veruleika, so hevur býurin 400 kømur fleiri enn nú tá nøkur fá ár eru farin. 

Tað er nevniliga ikki bara Atlantsflog og Lív, sum hava ætlanir um at byggja stórt til ferðavinnuna, og tað er helst eisini orsøkin til, at politiska landslagið nú eisini øtast, tí fleiri meta ikki, at tað er ein uppgáva hjá einum almennum partafelag at fara út í eina vinnu, har tey privatu longu frammanundan virka og hava ætlanir um útbyggingar. 

Tað var eisini tí, at Poul Michelsen, landsstýrismaður við vinnumálum, varð kallaður inn til samráð í vinnunevnd løgtingsins í gjár. Les: Atlantsflog ræður sær sjálvum 

Við hjálp frá byggideildini hjá Tórshavnar kommunu kunnu vit telja okkum fram til, at konkretar ætlanir er um at byggja áleið 400 nýggj kømur. Rokna vit við, at flestu kømurini eru tvíkømur, er talan um kanska 800 seingjarpláss. Óvist er tó um allar hesar ætlanir gerast veruleiki. 

Nýbygging og útbygging
Frammanundan er fitt av nýggjum gistingarplássum komin í høvuðsstaðnum. Hotel Hafnia hevur bygt út við knapt 20 tvíkømrum, Hotel Havn (Bládýpi) má eisini metast sum eitt nýtt hotel, og uppi í Kerjum hevur Hotel Føroyar umbygt vallaraheimið Kerjalon til at vera hotell á sama støði sum hotellið annars, tó at talið á gistingarplássum er lækkað. 

Fyrsta dagin letur Hotel Havgrím úti við Strond so upp við 14 marglætis kømrum. 

Ætlanin hjá Atlantsflog og tryggingarfelagnum Lív umfatar eitt hotell við 130 kømrum á økinum millum Staraveg og Eystara Ringveg við útsýni oman móti Hoydølum. Verkætlanin er í løtuni til viðgerðar hjá kommununi. 

Byggisamtykt til hoyringar
Tórshavnar kommuna hevur í hesum døgum eisini sent til hoyringar eina broyting í byggisamtyktini við Oknarveg ”uppi í Meksiko”, sum havnarfólk kallað økið har Húsagarður liggur. Her hevur Smyril Line ætlanir at byggja eitt hotell við 126 kømrum. 

Hotel Føroyar hevur eisini ætlanir um at byggja út í báðum endum við tilsamans 80 nýggjum kømrum. Eisini henda ætlan er til viðgerðar í kommununi, tí her skal byggisamtyktin eisini broytast. Les: Hotel Føroyar tvífaldar kapasitetin 

Eisini hitt hotellið hjá Gist & Vist í Havn, Hotel Tórshavn, skal byggjast út. Stjórin fyri Gist & Vist hevur fyrr greitt frá, at ætlanin er at byggja út so tað koma 40 nýggj kømur á hesum hotellinum (les: Hotel Tórshavn verður tvífaldað). Men her hevur kommunan ikki fingið nakra konkreta umsókn um byggiloyvi enn, verður upplýst av byggideildini. 

Úti á Bakkahellu eru eisini ætlanir á økinum, sum nú er p-pláss. Her hevur íløgufelsgið Tjaldur ætlanir um at byggja 14 hotellíbúðir, tey kalla. 

Aðrar ætlanir
Umframt hesar meira ella minni konkretu ætlanirnar, er eisini greitt, at Hotel Streym yviri við Strond, hevur keypt grannabygningin eystanfyri, og tað ljóðar, at hotellið skal víðkast. 

Eisini hava søgur leingi gingið um, at ætlanir vóru um at byggja hotell oman á bygningin hjá Thomas Dam á Hálsi, har m.a. bovlinghøllin heldur til. 

Harafturat fyriliggur eisini ein ætlan um at byggja eitt privat kampingpláss við smáttum í útjaðaranum av býnum.

 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður