Ber til at sprota føroysk gonguløg?

2016-08-30 10:19 Author image
Dimma

Bekla, dreiva ella elta. Hikka, lappa, ragga. Skinkla, spela og stinta.

Alt føroysk sagnorð, sum lýsa hvussu ymisliga vit kunnu ganga. Ella spáka.

Heimasíðan hjá Sprotanum hevur javnan hugvekjandi og áhugaverdar greinar um ymiskt, sum hevur við mál og mentan at gera, og beint nú er ein, sum snýr seg um føroysk gonguløg. Hvat er tað at skriva um, kanst tú spyrja. 

Tú hoyrir javnan, at fólk fáa ikki rættiliga lýst tað, tey vilja siga á føroyskum, tí tað finnast ikki orð fyri tí. Spurningurin er so, um tað ikki finst í føroyskum orðafeingi, ella um tað bara er í høvdinum á hvørjum einstøkum okkara, at orðini vanta.

Orðabókaarbeiðið hjá Sprotanum er so stórt, umfatandi og týdningarmikið, at tað er ringt at finna orð fyri. Men tey eru har, og tey eru atkomilig fyri einki á netinum í øllum orðabókunum, ið kunnu røkkast við telduni ella einum skjótum sveipi á fartelefonini.

Vit eiga nógv orð á føroyskum. Tað gongur eisini at brúka tey, um vit bara vit vilja tað. Akkurát sum Annfinnur í Skála vil vísa á, við at fortelja okkum, at hann hevur funnið 90 sagnorð, ið lýsa ymisk gonguløg.

Hygg bara her

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður