Stórt asfaltarbeiði í Skopun

2016-07-24 12:32 Author image
Dimma

Sandbáturin Tinganes varð leigaður til at sigla stóru mongdina av asfalti til Skopunar, tí tað hevði verið trupult við verandi farleið at koyrt so nógv asfalt út til oynna.

- Hetta var ein stór og spennandi uppgáva við stórum fíggjarligum vága, tí so nógv asfalt skuldi keypast í einum, sigur Eyðun Magnussen, stjóri í Kreton,íeinum tíðindaskrivi.

- Men vit hava arbeitt dag og nátt, og arbeiðið hevur gingið stak væl, sigur hann.

 Nýasfalteraðu vegirnir eru ikki asfalteraðir í 20 ár.

- Arbeiðið hevur gingið bæði skjótt og væl, sigur Gerhard Lognberg, borgarstjóri í Skopun.

Eftir summarferiuna skal Kreton aftur til Skopunar at asfaltera vegin oman til ellisheimið og innkoyringina til bygdina.

Flutningurin av asfalti hevur tó ikki verið heilt uttan trupulleikar. Millum annað tók Tinganes botn á veg inn í havnina, og seinni tømdi skipið skitnan sand á sjógv beint út fyri bygdini. Tað er ólógligt soleiðis at søkkja nakað uttan loyvi, og tað, sum var serliga óheppið var, at Lívfiskastøðin hevur vatninntøku nakað uttanfyri havnalagið. Stjórin á Fiskaaling segði tó við dimma.fo fyrradagin, at tíbetur varð vatnið ikki dálkað.

Les eisini:

Hvukku við á Fiskaaling

Søkkja skitnan sand út fyri Skopun 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður