Heimatíðindi

Articon – eitt byggivirki í blóma

Articon – eitt byggivirki í blóma

Eigararnir av Articon, Jón Sigurdsson (t.v.) og Niclas Joensen, her saman við Anniku Olsen, borgarstjóra í Havn (Mynd: torshavn.fo)

2018-07-03 13:55 Author image
Ingi Samuelsen

Byggivinnan í Føroyum stendur í fagrasta blóma. Eitt dømi um tað sæst við at kaga inn í nýggjastu roknskapartølini hjá tí kanska størstu byggifyritøkuni í Føroyum, Articon.

Felagið hevði í fjør eitt avlop upp á 33 milliónir krónur og kundi luta 12 milliónir krónur av yvirskotinum til eigararnar sum vinningsbýti.

Úrslitið hjá Pf. Articon í 2017 er nógv tað besta í søguni hjá lutfalsliga unga byggifelagnum, sum hevur staðið fyri stórum byggiætlanin seinastu árini. Í løtuni stendur Articon m.a. fyri at byggja stóru alistøðina hjá Bakkafrost norðuri á Strond, el-verk fyri Sev á Sundi og Skúlan á Fløtum fyri Tórshavnar kommunu.

Felagið hevði í 2017 ein bruttovinning upp á 169 milliónir krónur. Knapt 250 starvsfólk vóru í miðal í starvi hjá felagnum, og tey fingu útgoldið góða 111 milliónir krónur í lønum. Tá avskrivingar, fíggjarligar útreiðslur og knappar 7 milliónir í skatti vóru trekgar, stóðu 32,9 milliónir krónur eftir á botnlinjuni – næstan tað tvífalda av úrslitinum árið fyri, sum eisini var gott, og gav 17,7 milliónir í avlopi.


Ein av stóru byggiverkætlanunum, sum Pf. Articon stendur fyri í løtuni, er Skúlin á Fløtum í Havn

Leiðslan var eisini nøgd við úrslitið, framgongur í leiðslufrágreiðingini: ”Virksemi felagsins hevur eins og hjá vinnuni sum heild verið støðugt vaksandi seinastu árini, og so var eisini í 2017, har virksemið var munandi størri enn í 2016. Arbeiðsumstøðurnar vóru í mestan mun góðar, og flest allar verkætlanir gingu, sum ætlað. Úrslitið av primera rakstrinum gjørdist nøktandi í mun til virksemið og nakað betri, enn væntað”.

Eginpeningurin í Pf. Articon er nú komin upp á knappar 80 milliónir krónur, og tað hóast 12 milliónir vórðu latnar í vinningsbýti til eigaran. Felagið hevur seinastu fimm árini lutað 28,8 milliónir í vinningsbýti.

Eigari av Pf. Articon er eitt ungt felag, Spf. Articon Holding, ið varð sett á stovn 31. desember 2015. Felagið hevði í fjør eitt avlop á 29,7 milliónir krónur, og hevur eftir bert tveimum árum upparbeitt ein eginpening á góðar 86 milliónir krónur.

Høvuðseigarar av hesum móðurfelag eru tvey feløg hjá stjóranum og nevndarformanninum í Articon, ávikavist Spf. Læsetur hjá Jón Sigurdsson og Spf. 9.1.2001 hjá Niclas Joensen.

Teir báðir manna nevndina í Articon saman við dananum Niels Larsen.

Kelda: vinnuvitan.biz

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Tjúguni í Føroyum

Tjúguni í Føroyum

Í 2017 yvirhálaðu føroyingar í tjúgunum teir í tretivunum við 19 menniskjum í fólkatali

Meira langlesnaður