Superbassisturin ruddar og fríðkar í Havn

2016-05-20 13:36 Author image
Sigmund Vang

Tað er langt frá jazzklubbunum í Keypmannahavn, Montreal og New York til arbeiðsskúrarnar millum læknaviðtaluna og Musikkskúlan á Frúutrøð í Havn. Men tað leggur Arnold Ludvig einki í. Í løtuni passar tað honum fínt at arbeiða á Lendisdeildini hjá Tórshavnar kommunu hálva tíð. Eftir at hava búð nógv ár uttanlands, fluttu hann og konan Anna Iachino til Føroya árskiftið 2003-2004. Tað blivu til trý ár í Føroyum, men skiftið frá Montreal við sínum trimum milliónum íbúgvum til Tórshavn við 18.000 var í so stórt tá, skuldi tað vísa seg. Tey valdu tí at fara til Keypmannahavnar at akklimatisera seg, kann mann kanska siga, fyri síðani at flyta aftur til Føroya í mars mánaði í fjør. Hesaferð til Sands, og har trívast tey væl.

 
35 ára royndir

Arnold Ludvig hevur spælt bassgittar frá tí hann var blaðungur, og má metast at vera ein av allarbestu bassleikarum, vit eiga í Føroyum, um ikki tann besti. Tó at hann hevur gingið á útlendskum tónlistaskúlum í nógv ár, hevur hann ikki tikið nakra endaliga undirvísingargóðkenda tónleikaútbúgving, og tað forðar honum í at fáa fast starv á Musikkskúlanum, sum hann gongur framvið teir morgnar, hann møtir til arbeiðis hjá kommuni. Men tað gerst ikki við, heldur hann, tó at hann undrast eitt sindur á, at tað bert er í Finnlandi og Føroyum, at tú skalt hava eina ávísa útbúgving, fyri at hava ein líkinda kjans at fáa fast starv á Musikkskúlanum. Hansara 35 ára royndir eru ikki nóg mikið. Men lukkutíð kann kvøldskúlin brúka hann, og tí undirvísir hann har í Havn og Kollafirði, so tað hjálpir eitt sindur.


Fleiri bólkar

Afturat kommunala hálvtíðarstarvinum og kvøldskúlaundirvísingini, sum gevur honum ”smør á borðið” hvønn dag, arbeiðir Arnold við tí, sum hann veruliga brennur fyri: Nevniliga sínum egna tónleiki og tónleiki hjá bólkalimum. Sjálvur stjórnar hann Arnold Ludvig sextet, sum gav sína næstu fløgu (Iceland) út herfyri, eins og hann og konan Anna hava tveir variantar av bólkinum Monkey Rat – ein bólk og eina duo.

Og so er tað bólkurin, sum kanska tey flestu kenna Arnold frá, Plúmm. Hesin bólkur hevur ikki verið so aktivur seinastu mongu árini, men síðst í 80-árunum og fyrst í 90-árunum vístu blaðungu limirnir føroyingum, hvussu væl jazzrockur og fusiónstónleikur kundi ljóða frá føroyskari hond. Og nú 25 ár seinni hava limirnir funnið saman aftur og eru farnir at fyrireika seg til at fara í upptøkuhølini, eins og konsertir eru á skránni í summar. Tann fyrsta í Nólsoy á Maggies í juni.


Opin pallur

Nú skuldi ein hildið, at álmanakkin hjá Arnold var fullur. Fríðka gøtur, undirvísa og spæla fast í eini trimum bólkum, umframt tað leysa. Men so er ikki. Eitt annað tiltak fyllir rættiliga nógv, og tað gleðir eisini nógv fólk. Tað er mikukvøldstiltakið ”Open stage – open mic”, sum hann og Anna Iachino skipa fyri í Reinsarínum í Havn. Hetta er serstakt tiltak, har fólk kunnu koma inn frá gøtuni, skriva seg á lista og sleppa á pallin at framføra. Arnold og Anna syrgja fyri, at onkur gestur, sum fólk kenna, spælir eina lítla konsert fyrst. Síðani spælir Monkey Rat duo nøkur løg, og so er pallurin opin. Nógv velja at framføra tónleik, men tað er eingin treyt. Fólk, sum hava hug at skemta ella fortelja eina søgu ella okkurt heilt triðja, eru eisini vælkomin. Opni pallurin í Reinsarínum byrjaði í apríl í fjør, og higartil hava verið eini 50 tiltøk.


Jazzarin

Tá mann brennir so nógv fyri tónleikinum, sum Arnold ger, ber ikki til at siga nei, um høvið býðst at sleppa at spæla ávísan tónleik fyri øllum Føroya fólki. Tí gleðir hann seg hvørja viku at sleppa at gera Jazzofonina, ið er tónleikasending í útvarpinum hjá Kringvarpinum, sum spælir… ja, jazz, sum heitið avdúkar.

Jazzur er eisini tann tónlistagrein, sum Arnold seinastu mongu árini hevur fingist mest við, men hann er ikki bara ein ”jazzari”. Millum annað arbeiðir hann saman við hinum limunum í Plúmm nú við at skriva nýggj løg, og fleiri av teimum eru meira at meta sum jazzrockur.

 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður