Arndis Simonsen verjir ph.d. um skisofreni á Aarhus Universitet

Mynd: Aarhus Universitet

Arndis Simonsen verjir ph.d. um skisofreni á Aarhus Universitet

2017-11-16 08:56 Author image
Innsent

Fríggjadagin 17. november kl. 14 fer Arndis Simonsen, cand.psych., at verja ph.d.-ritgerð sína á Aarhus Universitet. Ritgerðin er um hvussu fólk við skisofreni verða ávirkað av øðrum og hvussu hetta ávirkar tey. Ritgerðin kallast “Social Influence: Imitation and Conformity in Schizophrenia”

Ole Mors, professari á Psychosis Research Unit, iPSYCH, Institut for Klinisk Medisin, Aarhus Universitetshospital hevur verið høvuðsvegleiðari.

Hjávegleiðarar hava verið Andreas Roepstorff, professari, og Vibeke Bliksted, lektari, bæði á Aarhus Universitet og Daniel Campbell-Meiklejohn, seniorgranskari á School of Psychology, University of Sussex. 

Í metingarnevndini eru
Christine Parsons, lektari, Interacting Minds Centre, Institut for Klinisk Medisin, , Aarhus Universitet, forkvinna og leiðari fyri verjuna

Jennifer Cook, granskari á School of Psychology, University of Birmingham

Leonhard Schilbach, granskari á Department of Psychiatry, Ludwig-Maximilians-Universität and Max Planck Institute of Psychiatry

Verjan er almenn og verður í Auditorium hjá Aarhus Universitetshospital, Skovagervej 2, inngongd 30, 8240 Risskov. Verjan er á enskum. Hon byrjar stundisliga kl. 14 og tekur umleið 2 tímar. Aftaná skipar Psychosis Research Unit fyri móttøku.

Grein er at finna her: http://www.gransking.fo/fo/tilfeingi/kalendari/arndis-simonsen-verjir-ph-d-um-skisofreni-a-aarhus-universitet/

Og her: http://newsroom.au.dk/nyheder/vis/artikel/phd-forsvar-arndis-simonsen-1/

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður