Heimatíðindi

Arbeiðsvanlukka kravt eitt mannalív

2020-05-27 17:45 Author image
Sveinur Tróndarson

Tað var stutt áðrenn klokkan trý seinnapartin í dag, at løgreglan í Havn fekk boð um eina arbeiðsvanlukku í Kollafirði.

Næraberg verður lossaður, og tað var undir lossing, at ein trukkur koppaði á ein 61 ára gamlan mann.

- Maðurin fekk so stóran skaða, at hann doyði av løstunum, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn.

Hann fær ikki sagt nakað meira um vanlukkuna, tí í løtuni er løgreglan í holt við at kanna viðurskiftini í samband við vanlukkuna.

Tey nærmastu hjá manninum hava fingið boð um vanlukkuna.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður