Arbeiðsloysið metlágt

Arbeiðsloysið metlágt

2017-06-27 10:40 Author image
Leif Láadal

Ikki síðani 2008 hevur arbeiðsloysið verið so lágt, sum tað er í løtuni. Hagstova Føroya upplýsir, at árstíðarjavnaða fulltíðararbeiðsloysið í mai í ár var 2%. Eftir kyni var tað 1,7% hjá monnum og 2,4% hjá kvinnum. Í fjør var arbeiðsloysið hægst í juli við 3,2% og er síðani minkað mánað fyri mánað.

Í tali var fulltíðararbeiðsloysið 563 persónar í mai í ár, tað eru  266 færri enn í mai í fjør. Tað eru 146 færri arbeiðsleysir menn og 120 arbeiðsleysar kvinnur síðani sama mánað í fjør.

Minst er skrásetta arbeiðsloysið hjá teimum millum 16 og 24 ár og teimum 45-54 ára gomlu við ávikavist 1,4% og 1,5%. Størst er arbeiðsloysið hjá teim 25-34 ára gomlu, og serliga hjá ungu kvinnunum í tí aldursbólkinum, har tað er 4,2%, næstan dupult so stórt sum í miðal fyri allar kvinnur. Eisini hjá monnum er tað hægst í hesum aldursbólkinum.


Kelda: Hagstovan

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður