Strongd er ikki ein sjúka, men kann elva til sjúku

2016-05-25 09:40 Author image
Sigmund Vang

- Strongd er ikki ein sjúka.

So bersøgin er Henrik Rosenstjerne, sálarfrøðingur og viðurkendur vinnuráðgevi.

Tað hevur víst seg at vera torført at fáa fólk, sum eru strongd, aftur á arbeiðsmarknaðin. Tey fáa okkurt slag av hjálp ella viðgerð, og klára so at arbeiða eina tíð, men detta ofta aftur í somu strongdu grøv, tá ein tíð er fráliðin.

Við hesi mylnu í tonkunum, hevur Henrik Rosenstjerne seinnu árini arbeitt heilt øðrvísi enn nógv onnur, sum viðgera fyri strong. Og júst hetta við ”at viðgera fyri strongd” er tað, sum hann hevur funnist at, og fyri so vítt vent á høvdið. Tí, sum hann sigur, so er strong ikki ein sjúka, men ein støða, sum kann elva til sjúku. Tá vit ikki hava við eina sjúku at gera, so skulu vit ikki viðgera, men heldur broyta nakrar umstøður, so vit sleppa av við strongdina, heldur Henrik Rosenstjerne.


Stórur trupulleiki

Seinnu árini er strongd á arbeiðsplássinum vorðið eitt evnið, sum hevur fingið nogva umrøðu, og tað eru gjørdar nógvar kanningar. Nýggjastu tølini vísa, at millum tvey og trý prosent at øllum arbeiðstakarum gerast somikið strongdir, at teir mugu hava professionella hjálp. Sambært einari kanning, sum er gjørd millum leiðarar, kenna 54 prosent seg meira ella minni strongd við jøvnum millumbilum (Kelda: Lederne, 2013). Felagið hjá donskum juristum og búskaparfrøðingum – DJØF – staðfestir, at talið á limum, sum kenna seg strongdar av og á, nú er 45,2 prosent. Hetta er ein øking upp á 57 prosent síðani 2008.

Strong stendst av, at samsvar ikki er millum einstaklingin, arbeiðsuppgávunar og tað samanspæl, sum eigur at vera við felagsskap ella leiðslu.

Tá ójavni kemur í, verða byrðurnar ov stórar, og tað kann enda við bæði fysiskum og psykiskum trupulleikum.

Strongdin í sær sjálvum er altso ikki sjúkan, men avleiðingarnar av strongdina kunnu elva til sjúku.


Arbeiðstakari og leiðsla

- Tá fólk koma til mín, so finna vit fyrst og fremst útav hvat tað er, sum viðkomandi arbeiðir við. Øll hava sínar arbeiðsgongdir, og tá vit hava skrásett alt, verður arbeiðið lagt í ávísar kassar. Hetta hoyrir heima her og hatta har. Okkurt av tí, sum viðkomandi ger, hoyrir ikki heima á hennara ella hansara borði, men kanska hjá leiðsluni ella hjá deildarleiðaranum og so framvegis. Okkurt av tí, sum viðkomandi arbeiðir við, eigur at vera hjá viðkomandi, og tað er týdningarmikið at finna útav, júst hvat tað er, og um viðkomandi klárar ta uppgávuna. Síðani verður leiðsla ella deildarleiðsla inndrigin, og avrátt verður, hvussu arbeiðstakarin skal koma aftur til arbeiðis, og klára at røkja eina arbeiðsuppgávu, sum viðkomandi klárar og ikki verður stressað av, greiðir Henrik Rosenstjerne frá.

Leiðslan verður altíð tikin við í arbeiðið við at fáa tann strongda aftur til arbeiðis. Henrik Rosenstjerne ger sáttmálar við arbeiðspláss, og í sáttmálanum verður avrátt, at bæði arbeiðstakari og leiðsla skulu vera við. Størri fyritøkur inndraga eisini HR-deild og tryggingarfelag, um tað er neyðugt.


Finna røttu hillina

So heldur enn at geva tí strongda viðgerð, so viðkomandi kann fáa styrki til at fara aftur til sítt gamla arbeiði og arbeiðsumhvørvi, arbeiðir Henrik Rosenstjerne við at fáa broytt gamla arbeiðsumhvørvi, soleiðis at tey viðurskiftir, sum skapa strongdina, hvørva.

- Mín uppfatan er, at strongd er ein fylgja av nøkrum, sum hendir rundanum teg. So kunnu vit hyggja at hvat tað, sum hendir, og fara afturum ta støðu, sum ger at hetta er hent. Um vit so broyta upp á tað, sum elvir til strongdina – saman við leiðsluni væl at merkja – kunnu vit koma burturúr strongdini, sigur hann.

- Um vit ikki gera tað, og heldur geva fólki nøkur amboð ella heilivág, og so blaka tey inn aftur í sína strongdu arbeiðsstøðu, hjálpir tað einki, og arbeiðstakarin fær tað aftur verri, ella kemur ongantíð burturúr óndu ringrásini, leggur hann afturat.


Mugu stýra tøknini

Um tú arbeiðir 16 tímar um samdøgrið, so er so at siga ógjørligt at finna kreativar loysnir. Loysninar koma sum oftast, tá tú hevur eina fríløtu, vísir Henrik Rosenstjerne á.

- Vit kenna tað frá eitt nú stórum kanningarverkætlanum, har fólk hava arbeitt á starvsstovu. Tað arbeiði, tey leggja í, meðan tey kanna, er grundarlagið til loysninar, sum so verða funnar, tá tey antin eru farin til hús ella sleppa út úr starvsstovuni eina løtu. Millum annað hava fleiri Nobelprís-vinnarar greitt frá, at so er, sigur hann.

- Vit mugu tí duga betur at skapa okkum eitt kreativt arbeiðsumhvørvi, har órógv ikki fyllir so nógv. Fartelefonin ella smildtelefonin, sum brummar og bibbar alla tíðina, stressar okkum óneyðuga nógv. Ljóðini frá henni raka okkara dulvit, og økir um strongdina. Eg haldi, tað er upp á tíðina, at vit innføra dagligar tøkniligar fríløtur, har einki forstýr hendir. Har heilin fær loyvi at slappa av, so hann kann fáa tankarnar at botnfella, mælir psykologurin og ráðgevin til.

Sjálvur hevur Henrik Rosenstjerne ein ítøkiligan trupulleika við fartelefonini, sum hann brúkar sum vekjara.

- Tað er í sær sjálvum ikki ein trupulleiki, at telefonin liggur ljóðleys á náttborðinum og so vekkar um morgunin, men um tað er, at eg vakni á miðjari nátt, og skal hyggja at, hvat klokkan er, so hendir tað, at eg líka fari inn og kanni um onkur teldupostur nú er komin seint, ella tað standa onkur boð á skerminum. Nú havi eg tí avgjørt, et eg fari at keypa mær ein góðan gamlan vekjara, sum bara vísir klokkuna og kann ringja, og tað haldi eg at øll burdu gjørt, sigur Henrik Rosenstjerne.


Arbeiði uttanfyri arbeiðstíð

Tað eru fleiri kanningar, sum vísa, at telefonsamrøður ella tøkniligt samband uttanfyri vanliga arbeiðstíð, stressar meira enn higartil hildið. Tað er ikki bara telefonsamrøðan upp á tveir minnuttir seint eitt hóskvøld, sum órógvar, men í nógvum førum eisini tímarnir aftaná stuttu telefonsamrøðuna. Tankarnir fara í gongd, og er talan um ein trupulleika, sum annars kundi verið loystur dagin eftir í vanligari arbeiðstíð, so fer heilin í gongd við at loysa trupulleikan beinanveg.

- So tað er gott, um greiðar mannagongdir eru fyri, nær leiðslan ella starvsfelagar seta seg í samband við starvsfólk ella arbeiðsfelagar aftaná vanliga arbeiðstíð, sigur Henrik Rosenstjerne.

Tað vísir seg, at nútímans tøkniligu møguleikarnir gera, at vit menniskju menna ein ”surfara-heila”, har vit gerast betri og betri til at arbeiða við øllum møguligum upplýsingum – eisini í senn – men vit verða samstundis verri til at fara í dýpdina við einstøkum evnum.

- Um vit verða óegnað til at viðgera einstøk evnir út í æsir, so koma vit ikki at læra nakað nýtt. So eru vit bara við til at stuðla hvør øðrum í at at gerast býttari og býttari. Um vit styrkja okkara stutta minni, og samstundis missa langtíðarminni, so koma vit í longdini bara at kunna arbeiða frá morgun til middags, og tá er sera torført hjá eini fyritøku at gera langtíðarætlanir, sigur Henrik Rosenstjerne og leggur afturat:

- Og um tú ikki fært møguleika at arbeiða inniligt við tí, sum tú dugir, og møguleika at gera arbeiði til vildar, so missir tú í longdini títt sjálvsvirði.

 

  

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður