Heimatíðindi

Apple-toppfólk gera íløgu í føroysk-danska fyritøku

Bobby Nielsen, Anders Linemann og Gilli Haraldsen eru teir tríggir, sum hava stovnað fyritøkuna Wired Relations Mynd: Wired Relations

Bobby Nielsen, Anders Linemann og Gilli Haraldsen eru teir tríggir, sum hava stovnað fyritøkuna Wired Relations Mynd: Wired Relations

2020-05-25 10:11 Author image
Sveinur Tróndarson

- Hesi árini síðan vit byrjaðu, hava vit goldið alt úr egnum lumma. Tá vit byrjaðu, var tað alla tíðina ætlanin, at vit skuldu hava eina góða vøru at selja, og vit skuldu hava fingið nakrar kundar við, áðrenn vit fóru út eftir íleggjarum. Tí hava vit brúkt tíðina til at menna produktið og at selja, heldur enn at fara út eftir íleggjarum, á tann hátt hava vit klárað at hildið fokus.

Tað sigur Gilli Haraldsen, sølustjóri, og ein av trimum stovnarum av fyritøkuni Wired Relations. Hinir báðir eru Anders Linemann, sum er stjóri, og Bobby Nielsen, sum er tekniskur stjóri.

Fyrrverandi toppfólk í Apple

Nú hevur henda strategi borið ávøkst, tí í dag verður kunngjørt, at m.a. tveir royndir KT-vinnulívsmenn, sum báðir hava havt leiðarastørv hjá Apple í 17 ár, hava sett fimm milliónir krónur í felagið, sum í løtuni hevur 10 starvsfólk og fimm nýggj eru á veg inn afturat.

Talan er um Erik Stannow og Kenneth Nielsen, sum nú eru professionellir íleggjarar burturav.

- Tað hevur stóran týdning fyri okkum, at fáa íleggjarar inn, og tað hevur sera stóran týdning at tveir persónar sum Erik Stannow og Kenneth Nielsen, sum hava ta søgu, sum teir hava í KT-vinnuni, síggja so stórar møguleikar í okkara fyritøku, at teir seta pening í hana, sigur Gilli Haraldsen.

Triði íleggjarin eitur Claus Klein-Ipsen, sum eisini hevur royndir úr KT-umhvørvinum.

Teir tríggir hava verið runt hjá kundunum, áðrenn teir gjørdu av at seta pening í fyritøkuna, tí tað hevði týdning fyri teir at hoyra, hvat kundarnir søgdu um produktið hjá Wired Relations.

- Eg bleiv bilsin av, at tað, sum kundarnir søgdu, var akkurát tað sama, sum stovnarnarnir sjálvir søgdu, sigur Erik Stannow.

Hann leggur afturat, at hann setur pening í, tí at hann trýr uppá fólkini aftanfyri fyritøkuna.

- Teir hava brúkt orkuna uppá at gera eitt gott produkt og hava útvegað sær vitan frá serfrøðingum á økinum fyri at tryggja tað. Er tað nakað, sum eg havi lært frá Apple-tíðini er, at man sleppur ikki einum produkti fyrr enn talan er um eitt fantastiskt produkt, sigur Erik Stannow, sum verður nevndarformaður í fyritøkuni.

Aftan á arbeiðstíð

Arbeiðið við Wired Relations byrjaði í 2018, tá teir tríggir hittust eftir arbeiðstíð fyri at arbeiða við verkætlani. Málið var at gera eitt produkt, sum kundi halda skil á GDPR-reglunum fyri fyritøkur.
GDPR stendur fyri General Data Protection Regulation, og tað snýr seg í stuttum um at verja dataupplýsingar, sum fyritøkurnar liggja inni við. Dátuverndarlógin er herd seinastu árini, eisini í Føroyum, og teir tríggir sótu í hvør sínari fyritøku og sóu, hvussu nýggju ásetingarnar fóru at hava nýggjar avbjóðingar við sær.

- Heldur enn bara at hyggja, valdu vit at vera við, og tað er tað, sum vit hava arbeitt við líka síðan. Og tað sum vit kunnu gera fyri fyritøkur er at hava tamarhald á, at allar GDPR-reglur vera hildnar, og at fáa eitt yvirlit yvir tær ymisku KT-skipanirnar og avtalurnar við KT-veitararnar hjá fyritøkuni, sigur Gilli Haraldsen.

Nú skal ferð setast á

Eftir at hava arbeitt framíhjá við nýggja produktinum í tey ár, valdu teir tríggir fyri einum ári síðan at siga síni føstu størv upp og fara fult og heilt inn í Wired Relations, har teir fram til nú hava teir arbeitt uttan løn.

Felagið hevur tó ikki verið uttan pengar, tí alsamt fleiri kundar hava keypt tænastur frá Wired Relations, harímillum eru JP/Politikens Hus og advokatfelagið Gorissen Federspiel í Danmark, og tær flestu av teimum stóru føroysku fyritøkunum, millum annað Bakkafrost, Føroya Tele, Atlantic Airways, Tórshavnar kommuna og Posta, eru longu kundar.

Nú hevur felagið fingið fimm milliónir krónur í kassan, og hesir pengar skulu brúkast til at til at fáa fleiri kundar. Málið er at tíggjufalda umsetningin og so skal felagið geva yvirskot.

- Tað er eitt realistiskt mál, halda vit, sigur Gilli Haraldsen, sum leggur afturat, at næstu tvey árini skulu brúkast burturav til at økja um kundagrundarlagið hjá fyritøkuni.

Wired Relations hevur skrivstovu bæði í Danmark og í Føroyum og umframt Gilla Haraldsen eru fleiri aðrir føroyingar í starvi hjá fyritøkuni.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður