Heimatíðindi

Anti doping: "Vit fara ikki inn og kanna ein tilvildarligan motionist"

(Mynd: bfm.my)

(Mynd: bfm.my)

2019-01-02 18:32 Author image
Turið Justinussen

Seinastu tvey árini hevur ÍSF arbeitt miðvíst við anti doping, og fimm føroysk doping-eftirlitsfólk hava nú fingið góðkenning at taka royndir

Eftir longri samstarv við Anti Doping Danmark, sum einar tvær til tríggjar ferðir árliga sendir donsk eftirlitsfólk til Føroyar at taka doping-royndir, fór Ítróttarsamband Føroya í fjør undir at førleikamenna og úbúgva føroysk doping-eftirlitsfólk, ið nú sjávi kunnu taka hesar royndir. Í fjør tóku tey 36 dopingroyndir av íðkarum í fótbólti, hondbólti, kappróðri, inniróðri, svimjing, judo, boksing og fimleiki. 

Eftirlitsarbeiðið er vorðið meira miðvíst, enn hvat tað áður hevur verið. Tað fevnir nú ikki bara um ítróttafólk, sum eru limir í einum ítróttafelag, men eisini um venjimiðstøðir. Sambært ÍSF hevur hetta stóran týdning, tí venjingarumhvørvið skal vera sunt og trygt hjá teimum mongu ítróttarfólkunum, ið hava sína dagligu gongd í venjingarmiðstøðum:

- Tað, vit ynskja er, at venjingarmistøðir umframt ítróttarfeløg gerast partur av hesum, so familjur við ungum íðkarum kenna seg tryggar at lata børnini venja í venjimiðstøðunum, sigur Petur Mittún, aðalskrivari hjá ÍSF og leggur afturat:

- Vit taka doping-trupulleikan í álvara, og í samstarvi við Anti Doping Danmark, kunnu vit nú veita venjimiðstøðunum skipað og skikkað føroyskt doping-eftirlit.

Les eisini: Tvørmegi: "Vit vilja hava eitt reint og rættvíst venjingar- og kappingarumhvørvi"

 

[object Object][object Object]

Miðsøkið og skipað eftirlit
Við at góðtaka nøkur viðurskiftir og rinda 3.500 krónur árliga, kann ein venjimistøð fáa avtalu upp í lag við Anti Doping Danmark og Anti Doping Føroyar.

Avtalan inniber, at venjimiðstøðin lýsir og kunnar um hetta eftirlit, og at eftirlitsfólkini viðhvørt kunnu koma á staðið at taka royndir, tó bert um illgruni er um doping:

- Vit fara ikki inn og kanna ein tilvildarligan motionist, sigur Petur Mittún og rekur ræðumyndina aftur um, at hesi eftirlitsfólk fara eftir øllum, ið venja á staðnum: 

- Tað er ikki tað, vit eru áhugaði í. Tað eru fólk, ið eru undir rímiligum illgruna, sum vit vilja kanna, sigur hann.

Álvarsamar avleiðingar
Petur Mittúni kunnigt, hevur bert ein doping-sak verið fyri nøkrum árum síðani, men kanningar og upplýsandi arbeiði hevur kortini sera stóran týdning:

- Í ferðsluni er ferðmarkið 80 Km/t, men tað merkir ikki, at øll halda seg undir tað, greiðir Petur Mittún frá.

Í Dopingreglugerðini hjá Ítróttarsambandi Føroya, er doping skilmarkað soleiðis:

Doping er at skilja sum, at í einari blóð- ella landroynd, ið tikin er av íðkara, er eitt forboðið evni ella metabolittar ella markørar hjá nevnda evni. Eitt forboðið evni er at skilja sum evni, ið er forboðið sambært listanum hjá World Anti Doping Agency (WADA) yvir forboðin evni.

Royndin verður send til kanningar á eini kanningarstovu í Oslo í Norra, sum er einasta kanningarstova av sínum slag í Norðurlondum. Veitir hon prógv um doping, eru avleiðingarnar álvarsamar:

- Tað kann hava formligar avleiðingar við sær. Ein kann verða útihýstur og noktaður luttøku til kapping ella verða, sambært limatreytunum, burturvístur frá venjimiðstøðini í ávísa tíð. Men doping er eisini heilsuskaðiligt og ósunt fyri kroppin, sigur Petur Mittún sum vegna ÍSF fegnast um, at átta venjingarmiðstøðir hava gjørt samstarvsavtalu um anti doping. Hann vónar, at hinar venjingarmiðstøðirnar í Føroyum eisini gera tað sama:

- Vit eru í eini tilgongd og í einum dialogi við onkrar venjimiðstøðir, ið enn ikki eru við í hesum samstarvi, men sum ynskja at verða tað.

ÍSF heitir á øll sersambond og ítróttafeløg, sum nýta venjingarmiðstøðir, um at venja í teimum venjingarmiðstøðum, ið hava eina samstarvsavtalu við Anti Doping Danmark og Anti Doping Føroyar.

Sìggj filmin "Ítróttur og Doping" hjá Fólkaheilsuráðnum her.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður