Heimatíðindi

Andstøðulimirnir í Uttanlandsnevndini finnast at Jenis av Rana

Jens Kr. Vang (foto)

Jens Kr. Vang (foto)

2020-07-07 09:22 Author image
Katrin Johannessen

Andstøðulimirnir í Uttanlandsnevnd Løgtingsins mótmæla almennu útmeldingina frá Jenisi av Rana, í FM1 í gjár um samráðingar við amerikonsku sendikvinnuna, Carlu Sands, sum vitjar í Føroyum. 

Í samband við vitjanina segði Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, í FM1 , at tey millum annað høvdu tosað um møguleikan, at Føroyar vera brúktar sum ein maritimur depil fyri amerikanska flotan.

Høgni Hoydal, Tjóðveldi og Heðin Mortensen, Javnaðarflokkurin hava sent út eina felags viðmerking har teir gera vart við, at tað er ásett í stýrisskipanarlógini, at landstýrið skal ráðføra seg við Uttanlandsnevnd Løgtingsins, áðrenn tað tekur avgerðir av stórum uttanlandspolitiskum týdningi fyri Føroyar. Teir eru ónøgdi við, at teir sum limir av Uttanlandsnevndini ikki so frætt eru kunnaðir um vitjanina fyrr enn teir hoyrdu um hana í fjølmiðlunum. 

Teir vísa eisini á, at Løgtingið søguliga hevur verið ímóti slíkum hernaðarligum ætlanum.

-Til dømis hevur eitt samt Løgting síðani seinna heimsbardaga samtykt ikki minni enn tríggjar ferðir, at herstøðir og hervald ikki skulu vera í Føroyum, stendur at lesa í skrivinum. 

 

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður