Heimatíðindi

Andstøðan: Lat Føroya Tele hava frið

- Føroya Tele skal einfalt pettast sundur. Tað haldi eg, fólk mugu gera sær greitt, sigur Bjørt Samuelsen, forkvinna í Løgtingsins vinnunevnd, um ætlanirnar hjá samgonguni um sundurskiljing av almenna fjarskiftisnetinum (Mynd: Sveinur Tróndarson)

- Føroya Tele skal einfalt pettast sundur. Tað haldi eg, fólk mugu gera sær greitt, sigur Bjørt Samuelsen, forkvinna í Løgtingsins vinnunevnd, um ætlanirnar hjá samgonguni um sundurskiljing av almenna fjarskiftisnetinum (Mynd: Sveinur Tróndarson)

2020-07-23 17:30 Author image
Ingolf S. Olsen

Tað verður valla við stuðli frá andstøðuni, at samgongan fær framt ognarligu sundurskiljingina av Føroya Tele.

Tjóðveldi sigur nei, og tað ger Javnaðarflokkurin helst eisini – sí annan greinastubba her á síðunum – tó ger Aksel V. Johannesen, formaður í Javnarðarflokkinum, vart við, at flokkurin ikki hevur viðgjørt spurningin út í æsir enn.

Tað stendur í samgonguskjalinum, at almenna fjarskiftisnetið skal ognarliga skiljast sundur, men samgongan  tykist tó ikki vera heil í hesum máli. Johan Dahl úr Sambandsflokkinum og næstformaður í Løgtingsins vinnunevnd segði í Dimmalætting í seinastu viku, at hann ikki sá nakra orsøk til hesa fullkomnu sundurskiljingina, og í Dimmalætting 10. juli segði Helgi Abrahamsen, vinnumálaráðharri, seg vera í døpurhuga um, hvør í veruleikanum hevur ábyrgdina av at fyrireika sundurskiljingina – sjálvur segði hann seg vera meira upptiknan av at fáa gjørt SEV-netið sjálvstøðugt enn av spurninginum um sundurskiljing av Føroya Tele.

Kapping er tryggjað
Bjørt Samuelsen úr Tjóðveldi er forkvinna í Løgtingsins vinnunevnd, og hon tekur als ikki undir við ætlanunum í samgonguskjalinum.

- Tað ljóðar so tilforlátiligt at skilja netið frá, men tað merkir í veruleikanum at niðurlaga allar eindirnar í Føroya Tele. Tað verður sagt, at sundurskiljingin skal gerast fyri at tryggja kapping, men tað er longu gjørt við at Føroya Tele er gjørt til eitt samtak, har deildirnar nú eru sjálvstøðug partafeløg. Hetta var gjørt júst við tí endamáli at tryggja kapping. Riggar tað ikki nóg væl, so hevur landsstýrismaðurin øll amboðini at syrgja fyri, at tað riggar – vit hava jú bæði vinnulóggávu, Kappingarráðið, Fjarskiftiseftirlitið, og hvat veit eg, sigur hon.

Bjørt Samuelsen óttast, at ein ognarlig sundurskiljing fer at syndra Føroya Tele og harvið góðu gongdina á øllum tí føroyska telemarknaðinum.

Vandi fyri missi
Hon heldur tað vera eitt bragd, at tað í einum so lítlum landi er eydnast at byggja upp ein so framkomnan telemarknað, sum hevur gjørt Føroyar til eitt undangonguland, í hvussu er tá tað snýr seg um farnet og farnetssamskifti.

- Føroya Tele er ein stór fyritøka í føroyskum høpi, men í altjóða høpi eru bæði Føroya Tele og Nema pinkufyritøkur. Tí er neyðugt at fokusera upp á at hava mest møguligt av fakligum førleikum og at megna at halda fast í teimum. Tað gert tú ikki við at petta Føroya Tele sundur. Tí óttist eg, at úrslitið verður, at vit missa meira fyri ein størri kostnað – vit missa førleikar og synergieffekt, men tænasturnar verða neyvan bíligari hjá brúkarunum. Og eg dugi illa at síggja, hvussu eitt alment netmonopol fer at tryggja ta áhaldandi menningina á teleøkinum, sum er neyðug, sigur Bjørt Samuelsen.

Tænir tí privata
Forkvinnan í vinnunevndini heldur alt benda á, at ætlaða ognarliga sundurskiljingin av Føroya Tele bert hevur til endamáls at tæna hinum aktørinum á føroyska telemarknaðinum – nevniliga privata Nema, sum hevur umleið ein fjórðing av føroyska farnetsmarknaðinum.

Fyrstu tekin í sól og mána um tað helt hon seg síggja, tá Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri, fekk Føroya Tele-samtakið, sum hann varðar av, at skifta stóran part av nevndini í dótturfelagnum FT Net út. Tað er FT Net, sum eigur og rekur tað jørðfasta telenetið – kopar- og fipurkaðlarnar.

Í tí sambandinum varð Jan Ziskasen, framtaksstjóri í Føroya Tele, koyrdur úr nevndini í FT Net.

- Tað tykist heilt løgið, at framtaksstjórin ikki skal sita í nevndini í einum so týdningarmiklum dótturfelag, sum FT Net er – sjálvt um Jørgen Niclasen roynir at bagatellisera henda leikin (Dimmalætting 10. juli, blðm.) við at vísa á, at nevndarformaðurin í samtakinum eisini fekk sæti í nevndini í FT Net. Men gongur tað illa ella bara ikki eftir ætlan hjá FT Net, so stendur framtaksstjórin tó við evstu ábyrgdini. So hví var tað so umráðandi at fáa hann úr nevndini, spyr Bjørt Samuelsen.

Eisini farnetið
At síggja til er tað FT Net, sum ætlanin er ognarliga at skilja frá restini av Føroya Tele-samtakinum, men tað er tó ikki tað, sum stendur í samgonguskjalinum. Har stendur soleiðis um sundurskiljingina:

“Fyri at tryggja javnbjóðis kapping á fjarskiftismarknaðinum verður farið undir fulla ognarliga sundurskiljing av almenna fjarskiftisnetinum.”

Henda orðingin leggur upp til eina nógv meira umfatandi sundurskiljing enn bara at taka FT Neti og kopar- og fipurkaðlarnar, sum tað felagið eigur, burtur úr samtakinum. Tí fjarskiftisnetið hjá Føroya Tele umfatar eisini farnetið, sum eitt annað dótturfelag, FT Samskifti, eigur, og sjóðkaðlarnar til Bretlands og evropeiska meginlandið, sum dótturfelagið Shefa eigur.

Tað kom í eisini fram í samrøðu við Hákun Steingrímsson, nýggja nevndarformannin í FT Net, í Dimmalætting 10. juli, at hann eisini hugsar um farnetið og Shefa, nú fíggjrmálaráðharrin hevur biðið hann koma við einum boði upp á, hvussu ognarliga sundurskiljingin kann fremjast.

Petta FT sundur
Og tosa vit um tær mest kollveltandi broytingarnar, sum væntandi fara at henda á fjarskiftisøkinum í framtíðini, so er tað serliga á farnetinum, at tær verða. Her er tað serliga 5G-tøknin, hugsað verður um.

- So tá samgonguskjalið grundgevur ætlaðu sundurskiljingina við, at tað er javnbjóðis kapping á fjarskiftismarknaðinum, sum skal tryggjast, so gevur tað onga meining, uttan so, at ætlanin er fyrst at taka farnetið frá FT Samskifti og koyra tað í FT Net, áðrenn hetta felagið verður ognarliga loyst frá øllum Føroya Tele-samtakinum.

- Føroya Tele skal einfalt pettast sundur. Tað haldi eg, fólk mugu gera sær greitt, og tað sampakkar eisini væl við boðskapin hjá nevndarformanninum í Nema, sum fegin vil líta einum ognarliga sjálvstøðugum almennum netfelag útbyggingina av 5G-netinum í hendi og eisini selja hesum felag teirra verandi farnet. Tað er væl skilligt, at privata felagið, sum er væl minni enn Føroya Tele, vil sleppa undan sjálvt at skula gera íløgur í 5G-netið. Men tað eigur at bera til at samstarva um hesa útbygging, sigur Bjørt Samuelsen.

Her sipar hon til útsøgnirnar hjá Rúnari Reistrup, nevndarformanni í Nema, í Dimmalætting í seinastu viku.

Skeivt fokus
Bjørt Samuelsen vissar um, at hennara mótstøða ímóti ognarligari sundurskiljing av fjarskiftisnetinum hjá Føroya Tele ikki merkir, at hon er ímóti betri kappingarfortreytum.

- Kapping er alneyðug, eisini á telmarknaðinum, og tá privata felagið av fyrstan tíð bjóðaði seg fram, fekk tað eisini kappingarfyrimunir í eina tíð, fyri at tað kundi fóta sær. Tað var gott, og kappingin hevur ført okkum hiðar, vit eru nú. Men fortreytirnar fyri hesi kappingini eru, sum nevnt, longu skaptar.

- Tí er fokus hjá samgonguni púra skeivt í hesum málinum. Tey hava fokus á, hvussu tey kunnu hjálpa hesum eina privata aktørinum. Tað rætta er sjálvandi at hava fokus á, hvussu vit best tryggja øllum samfelagnum ein fyrsta floks telemarknað – hvussu vit tryggja borgarum, vinnu og stovnum, at vit hava so framkomna nettøkni, sum til ber, og sjálvandi til kappingarførar prísir.

- Eg trúgvi heilt einfalt ikki upp á, at eitt alment netmonopol og eitt sundursyndrað Føroya Tele er loysnin. Tvørturímóti kann tað gerast eitt stórt afturstig fyri allar partar, eisini privatu feløgini, sum frá líður, sigur hon.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður