Amplexa skal gera korona-kanningar í Grønlandi

Amplexa Genetics, sum hevur føroyskar eigarar, skal hjálpa grønlendingum at kanna fyri korona

Amplexa Genetics, sum hevur føroyskar eigarar, skal hjálpa grønlendingum at kanna fyri korona

2020-04-05 20:20 Author image
Sveinur Tróndarson

Nú røkist fyri, at grønlendingar fáa skjótari svar uppá sínar korona-royndir.

Higartil hevur tað verið so, at blóðroyndirnar eru sendar til Danmarkar, og tí hava fólk og myndugleikarnir bíða í upp til sjey dagar fyri at fáa svar uppá sínar royndir.

- Hetta ger tað trupult tá tey ynskja at brúka metoduna, at byrgja tey smittaðu inni, sigur Hans Atli Dahl.

Hann er tekniskur stjóri í og ein av eigarunum av gen-fyritøkuni, Amplexa Genetics, sum millum annað ger slíkar kanningar.

Í síðstu viku setti hann seg í samband við grønlendska landslæknan fyri at hoyra, um grønlendingum tørvaði hjálp at kanna fyri korona, og svarið var játtandi.

- Hósdagin gjørdu vit eina avtalu við grønlendsku myndugleikarnar og týsdagin fara vit tvey til Nuuk við tí útgerð, sum vit skulu brúka til at gera tær kanningar, sum skulu gerast, sigur Hans Atli Dahl.

Fyritøka hansara ger kanningar av ymsum slagi, men nú korona-smittan ger um seg, eru ymiskar uppgávur útsettar, og tað gera, at fyritøkan hevur fólk tøk til aðrar uppgávur.

- Vit hava eisini førleikar, sum ger, at vit kunnu gera slíkar kanningar, og tí hava vit bjóða okkum fram, sigur Hans Atli Dahl, sum fegnast um, at tey kunnu rætta grønlendska samfelagnum eina hjálpandi hond.

Hann leggur afturat, at tey, sum so eru klár at fara.

- Vit hava tól í Odense, sum vit kunnu taka við okkum, og tað hava vit riggað til nú. Eisini hava vit fingið ymisk onnur viðurskifti uppá pláss, so vit hava alt við okkum, tá vit koma til Grønlands, sigur Hans Atli Dahl.

Úrslitið av arbeiðinum hjá Amplexa skal so hava við sær, at grønlendsku myndugleikarnir kunnu arbeiða skjótari, tá teir skulu seta fólk í sóttarhald og tá teir skulu avmarka smittukeldurnar.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður