Heimatíðindi

Amine Bouzidi: "Sjálvandi sakni eg Marokko, men ikki so nógv, sum eg gjørdi í byrjanini"

Amine Bouzidi er eigari av nýggja matstaðnum, Reyðleyk (Mynd: Facebook)

Amine Bouzidi er eigari av nýggja matstaðnum, Reyðleyk (Mynd: Facebook)

2019-02-07 15:33 Author image
Turið Justinussen

Í næstu viku letur matstaðið, Reyðleyk upp í Hoyvík. Eigarin er marokkanski Amine Bouzidi, ið hevur arbeitt sum pitsakokkur ymsastaðni í Havn, síðani hann í 2006 flutti til Føroyar

Upprunaliga er Amine Bouzidi frá Marokko, men áðrenn hann flutti bústaðin til Føroyar, búði hann eina tíð í teimum báðum italsku býunum, Verona og Bologna, har hann lærdi seg pitsakynstrini og byrjaði yrkisleið sína sum pitsakokkur.

Sum 24 ára gamal, ferðaðist Amine Bouzidi til Føroyar at vitja mammubeiggja sín, og heldur enn at fara aftur til Italia sum ætlað, gjørdi hann av at verða verandi í Føroyum. 

- Eg valdi at verða verandi, tí her er stilt og friðsælt, sigur Amine Bouzidi í samrøðu við Dimmalætting. Hann er follin væl til í Føroyum, men tað var ikki bara lætt:

- Skiftið frá at vera ungur og stuttleika mær til at seta mær mál og arbeiða miðvíst ímóti at røkka teimum, fyri eisini at fella betri til í Føroyum, sum mær dámar so væl, var avgjørt ein avbjóðing.

Komin til Føroyar, fekk hann starv sum kokkur á Hvonn. Har starvaðist hann í átta ár, men gjørdi so av at fara at læra til maskinmeistara. Eftir eitt ár á skúlanum, fekk Amine Bouzidi bjóðað at keypa helvtina av fyritøkuni, Take Away í Steinatúni. Hann tók av tilboðnum, gavst við lesnaðinum og hevur seinastu tvey árini starvast sum pitsakokkur har.

Sostatt hevur Amine Bouzidi gjørt skundverður í meira enn tíggju ár, og í næstu viku byrjar enn eitt kapittul í yrkisleiðini hjá Amine Bouzidi sum pitsakokkur. Hann leggur Steinatún afturum bak og er nú í takferð við at lata upp nýggja matstaðið, Reyðleyk.

- Sjálvandi sakni eg Marokko, men ikki so nógv, sum eg gjørdi í byrjanini. Nú havi eg føroyskan tjóðskap og egnu familju her, sigur Amine Bouzidi, sum merkir saknin til Føroyar, tá hann er úti og ferðast. 

[object Object]

Pitsa við kærleika
Sambært roynda pitsakokkinum, Amine Bouzidi, er ein góð pitsa meira enn ein bakaður breyðbotnur við tomatsós og ymiskum kjøti, osti og grønmeti omaná. Umframt reinføri, er ein týðandi táttur í uppskriftini nevniliga, at pitsaðin fyrst og fremst verður gjørd við kærleika á rættan italskan hátt. Og hóast tað, sambært Amine Bouzidi, kann vera torført at fáa fatur á teimum røttu, frísku rávørunum í Føroyum, er hann fullhugaður at bjóða føroyingum eitt fjølbroytt úrval av skundverðum. 

Hesum heldur Amine Bouzidi tað nevniliga vera tørvur á, tí hóast fleiri matstøð í Havn bjóða skundverður, er góðskan og úrvalið heldur einsháttað:

- Eg ætli mær at royna at broyta hetta við at bjóða hágóðsku skundverður og nýggjar samansetingar, sigur Amine Bouzidi virkisfúsur við Dimmalætting.

Á matskránni verða skundverður so sum burgari og pitsa. Amine Bouzidi vil ikki avdúka meira, tí hetta heldur hann skal vera ein óvæntað og spennandi gleði fyri kundarnar, tá Reyðleykur letur upp í næstu viku.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður