Uttanlands

Amerikanskar revsiatgerðir móti Iran vórðu í dag endurnýggjaðar

Uppreistur í høvuðsstaðnum Teheran í gjár í samband við endurnýggjanina av revsiatgerðunum

Uppreistur í høvuðsstaðnum Teheran í gjár í samband við endurnýggjanina av revsiatgerðunum

2018-11-05 15:01 Author image
Turið Justinussen

Stórveldið, USA, hevur stigvíst sett nýggjar revsiatgerðir í verk, síðan amerikanski forsetisráðharrin, Donald Trump í mai kontroversielt gjørdi av, at taka USA úr kjarnorkuavtaluni, sum undanmaður hansara, Barack Obama, fekk í lag í 2015. Í dag vórðu allar revsiatgerðir, sum í 2015 vórðu ógildaðar, endurnýggjaðar.

Donald Trup kallar hesar revsiatgerðir “tær harðastu nakrantíð”, og sambært BBC eru fleiri enn 700 fólk, fyritøkur og flog- og flutningsfør skrásett á amerikanska revsiatgerðarlistanum. Harímillum eru teir størstu bankarnir, oljuútflytarir og farmaflutningsfyritøkur.

Kjarnorkuavtalan varð í 2015 undirskrivað av USA, Russlandi, Bretlandi, Kina, Týsklandi og Fraklandi eftir drúgvar samráðingar. Avtalan snúði seg um, at Iran skuldi tálma kjarnorkuframleiðsluni og loyva altjóða umsjónarfólki at kanna kjarnorkuhentleikarnar. IAEA, Altjóða Kjarnorkustovnurin hevur eftirlit við kjarnorkuvirkseminum hjá Iran, og staðfestir at Iran lúkar avtalukrøvini.

Amerikanski forsetisráðharrin, Donald Trump, hevur tó aldrin stólað uppá Iran og hevur ikki hildið støðuna verið haldgóða upp undir endurnýggjanina av revsiatgerðunum.
- Blóðugu ætlaninar hjá Iran hava bert vaksið seg størri,

Segði Trump, tá hann í Mai kunngjørdi, at USA tók seg úr avtaluni.  

Iran avlamt
Donald Trump hevur áður sagt, at hann ynskir at ávirka iranarar soleiðis, at teir, ið stýra landinum verða skiftir út, og endamálið við revsiatgerðunum er at búskaparliga avbyrgja Iran og raka landið so meint, at tað nærum gerst ógjørligt at handla við. USA hevur tí í hyggju at steðga øllum oljuútflutningi, ið er besta inntøkukeldan hjá Iran.

Amerikansku revsiatgerðirnar mótvegis iranska bankavirkseminum gera tað nærum ógjøgligt at gera fíggarlig handilstiltøk við Iran. Eitt nú krevur USA, at sonevnda Swift-netverkið, ið verður nýtt til at greiða altjóða handilstiltøk úr hondum, gevst at veita iranskum fyritøkum tænastur. Eisini hava amerikansku revsiatgerðirnar elvt til ræðslu millum borgararnar í Iran. Teir øtast við hvussu hetta fer at ávirka teirra gerandisdag. Hóast matur og heilivágur er undantikin, kann tað vera, at altjóða fyritøkur heldur vilja vera á tryggu síðuni og sleppa sær heilt undan samhandlinum. Fleiri felagsskapir ávara tí um, at ávísir sjúklingabólkar kunnu verða hart raktir av manglandi heilivági.

Tann amerikanski uttanríkisráðharrin, Mike Pompeo, segði soleiðis við amerikansku tíðindastovuna, FOX News:
- Vit arbeiða íðin fyri at tryggja, at vit stuðla tí iranska fólkinum og miðja okkara virksemi móti at tryggja, at óreini atburðurin hjá Islamsku Republikkini heldur uppat.

Iran letur seg ikki kúga uttan mótmæli
Sambært Mike Pompeo, amerikanski uttanríkisráðharrin, hava yvir 100 stórar altjóða fyritøkur longu kvett við Iran. Uttanríkisráharrin sigur eisini, at tann iranska oljuframleiðslan longu er minkað við næstan einari millión tunnum um dagin.

Hetta er sera óheppið fyri Iran, hvørs búskapur er treytaður av oljuútflutningi, men iranski forsetisráðharrin, Hassan Rouhani sigur, at Iran áhaldandi fer at selja sína olju og bróta amerikasnku revsiatgerðirnar. Hægsti andligi leiðarin, Ayatollah Ali Khamenei, illkendi leygardagin hesar skrøppu revsiatgerðir og segði, at Trump hevur vanæra USA og fer at gerast tann størsti taparin í komandi stríðinum millum hesu bæði londini.

ES-kommissjónin verjir seg móti avleiðingunum
Átta lond eru undantikin og hava fingið loyvi frá USA áhaldandi at innflyta olju frá Iran í avmarkaðari nøgd. Uttanríkisráharrin, Mike Pompeo vil ikki úttala seg um hvrørji hesu eru, men óansæð, er ætlanin hjá ES at fyribyrgja avleiðingunum, amerikansku revsiatgerðirnar kunnu koma at hava fyri samhandilin.

Limalond í ES halda nevniliga ikki, at Iran hevur brotið kjarnorkuavtaluna frá 2015 og standa tí enn við avtaluna, men revsiatgerðirnar koma at ávirka handilsvirksemið hjá londum, ið handla við Iran, tí hesi lond eru í vanda fyri at verða stevnd av amerikanska statinum, fáa bót ella fongsulsrevsing. Tey verða á hendan hátt tvungin til at velja millum tann iranska ella amerikanska marknaðin.

Formaðurin í ES-kommissjónini, Jean-Claude Juncker boðaði fríggjadagin frá einum útspæli, ið skal forða at amerikanskar revsiatgerð móti Iran fáa ávirkan í Europa. Hann segði soleiðis fríggjadagin eftir toppmøtið í Sofia, Bulgaria:
- So leingi Iran heldur kjarnorkuavtaluna, ger ES tað eisini.

Býtishandil heldur enn peningaflutningur
Størstu limirnir í ES, Týskland, Frakland og Bretland hava avtalað við Russland og Kina, at halda á fram við at handla við Iran uttan um bankavirksemið. Altjóða vinnulívsavísin, Financial Times boðar frá, at enn er tað ikki heilt greitt, hvussu hetta skal gerast, men talan er helst um eitt slag av framkomnari skipan við býtishandli, sum ger peningaflutning til og frá Iran óneyðugan.

Uttanríkisstjórin hjá ES Frederica Mogherini hevur nýliga sagt, at hesi lond vilja tryggja, at Iran kann innflyta vørur og útflyta millum annað olju, so leingi talan er um lógligan handil. Hon segði soleiðis:

- Limalondini í ES fara at seta eina løgfrøðiliga samtøku á stovn til at fasilitera lóglig, fíggjarlig handilstiltøk.

Eisini verða stig tikin til eina fyribyrgjandi reglugerð, sum bannar europeiskum fyritøkum at laga seg eftir teimum amerikansku revsiatgerðunum. Slík bann eru torfør at fremja, og summi meta hetta vera eina politiska ávaring móti USA, heldur enn eitt effektivt løgfrøðiligt bann. Seinast slíkt bann bleiv viðtikið, varð ein politisk loysn funnin, og tískil er bannið ikki roynt fyrr. Hetta var fyri tjúgu árum síðani í samband við Kuba-revsiatgerðirnar, tá USA við Helms-Burton-lógini hótti við at raka eurpoeiskar iløgur í Kuba.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður