Heimatíðindi

Amatøroyar: -TAKK FYRI OKKUM

2019-06-12 11:00 Author image
Hergeir Staksberg

Vertirnir, Bjarni Arge og Jóan Pauli Jakobsen, eru politiskt ókorrektir og kalla ein spaka fyri eina spaka. Tá onnur hava hug at feiða problemini undir teppið, so vísa teir á elefantin í rúminum, men nú er slutt. Nú taka rebellarnir eina pausu frá reyðum løbarum og almenna rampuljósinum. Jóan Pauli er fluttur til Buenos Aires, meðan Bjarni hevur valt eina behagiliga knettatilveru í Føroyum

Bjarni og Jóan Pauli hava betri talugávur og breiðari orðaval enn tey flestu. Teimum dáma væl fakmál og smartar vendingar, men tað verður ongantíð til sjálvfeita arrogansu, tí teir syrgja altíð fyri, at krydda sendingina við massar av sjálvironi.

[object Object](Her eru vertirnir staddir í Íslandi og royna tann íslendska mótan)

Kioskin hjá Astu er ikki ein kiosk meir
Tveir væl begávaðir menn, sum hava peruna í ordan og fingurin á pulsinum. Óansæð, hvat evnið er, so hava teir eina meining. Tildømis kioskin hjá Astu, sum Gist og Vist hava umvælt og yvirtikið. Hana hava teir eina meining um:

- Kioskin hjá Astu er opnað aftur. Aftanfyri diskin er ein 17 ára gomul typa, sum tjenar 90 krónur um tíman. Ein sum bara situr og hyggur niður í telefonina og skítur á, hvat gongur fyri seg. Og nýggja menu’in er nakað piss. Tað er sovorið panini, mozzarella, høsnarungi, vesterhavs ostur [...] og so kann mann eisini keypa neytalundir upp á breyð fyri 80 krónur, sigur Bjarni.

- Ha? Tað meinar tú ikki! Tað, sum eg vil hava inn í kioskina hjá Astu er ein nógv for bíligan sigarettpakka, sjálvt um hann kostaði nokkso nógv, tá Asta var har, men um mann skal forbetra konseptið, so skal hann verða mega bíligur. Tað er ikki gott at roykja, men møguleikin skal vera har, svarar Jóan Pauli

- Tað skal ikki vera øl frá Mikkeller, vín og rosé, sum tey eisini selja har. Tað gongur ikki, svarar Bjarni

- Hygg her, hetta eru eini boð til Jóhannes: Tak hatta staðið niður aftur og bygg tað á nýggjum. Ger tað, sum tað var áðrenn. Og sel so bíligt kaffi frá einari klammari maskinu, bíligar sigarettir, Kit Kat og bløð. Tann nýggja kioskin hjá Astu er FMA. Tann gamla kioskin er Prix Føroyar. Tað er har problemið liggur. Fólk eru alt for poleraði í dag, sigur Bjarni

[object Object](Soleiðis kann eitt útvarpsstudio eisini síggja út. Her senda teir live frá Øresundskollegienum. Mynd: Instagram hjá Amatøroyar)

Tá mann førir valstríð undir dýnuni
Amatøroyar kann samanberast røntgendeildina á sjúkahúsinum og smuglarar. Tú fært ikki goymt nakað. Teir fáa alt við. Og tá tú so velur at føra valstríð undir dýnuni, so hevur tú ongan kjans.

- Tann mest eyðsýndi maðurin í valstríðinum: Jákup Fróði Djurhuus. Eg veit ikki, um fólk kennast við navnið, men tey kennast í øllum førum við koddan hjá honum. Hann hevur gjørt eitt video, har hann liggur niðri og hevur eina valtalu. Og tað er í ordan. Eg pumpi hesi sambandsumboðini upp, tí at vit hava brúk fyri tí, bar aso vit ikki fáa ein fermenteraðan Bárður Nielsen ella ein for gamlan Edmund Joensen. Vit skulu hava tann rætta og freka sambandsmannin. Vit skulu hava tey, sum liva á kantinum, sigur Bjarni

- Hasin skopuningurin, Jákup Fróði, hann hevur agentur upp á Kaluha í Føroyum, svarar Jóan Pauli

-Hevur tú fingið tað váttað?, spyr Bjarni

- Ja, eg havi hoyrt tað frá fleiri, so hvørja ferð tú fært tær ein white russian, so fær hann pengar í lumman, svarar Jóan Pauli

- Ja, og so førir hann valstríðið uttan kodda- og dýnubetrekk. Hann er ræðuliga góður.

[object Object](Tað ber eisini til at gera sendingar á einum vesi. Mynd: Amatøroyar)

Tjóðveldisfólk verða eyka føroysk, tá valstríð er á skránni
Sum sagt, so sleppur ongin undan Amatøroyar, og tað er eisini galdandi fyri tjóðveldisfólk. So skjótt valstríðið byrjaði, so løgdu vertirnir merki til nakað merkiligt. Knappliga byrjaðu tjóðveldisfólk at tosa øðrvísi.

- Eg plagdi at hava góðar samrøður við tjóðveldisfólk, men tað hendur eitt ella annað við mátanum, sum tjóðveldisfólk práta, tá eitt val nærkast. Nú møtur mann einum tjóðveldisfólki á gøtuni, og sær tey koma gangandi við pulshosum og ulltroyggjum. Og so sigur mann eitt ella annað: “Tú, tað var bara stuttligt seinasta vikuskifti”, har tey svara: “Væl mælt”.

- Tá hugsar mann bara, hvat h..... feilar tykkum? Tú plagdi at snakka vanligt, sigur Jóan Pauli

- Ja, tey hava eisini hatta har við, at tey eru ikki um alt landið. Tey eru um landið alt, leggur Bjarni afturat

- Knappliga, tá valið verður útskrivað, so er tað um landið alt, men áðrenn var mann fullstendinga avslappaður við at smita nakrar danismur og ensk orð í setningarnar. Men so knappliga skiftir tað til: Í øllum lutum og fyri teirri føroysku frælsisrøddini. Mann skiftir super nógv frá hvønn og hvørjumfall til hvørsfall. Tað er har mann er. Mann byrjar at práta sum mann gjørdi fyri 200 árum síðani [...] og referansurnar eru eisini rættiliga gamlar. Tá er sjálvandi alt hatta við 46, og mann hugsar altíð aftureftir og ikki frameftir, sigur Bjarni

- Ja, og tað hevur gjørt tað, at hvørjarferð tjóðveldisfólk skriva ella siga okkurt, so síggi eg tað í svart hvítum. Ja, sum hesar gomlu myndirnar, sum eru tiknar við einum gomlum vánaligum kamera. Og so hoyrir mann sovorið nakað: “Nú skulu vit fylkjast á somu leið”, tá ímyndi eg mær, at tey savnast við fakklum á Kirkjubøreyni, og øll eru í ullklæðum og eru øgiliga uppi at koyra, svarar Jóan Pauli

- Ja, also um vit fóru á eina konsert áðrenn valið, so fór mann at fylgjast, men nú skal mann fylkjast. Hvar kemur hatta -k’ið frá? Kann eg fáa -g’ið aftur? Tað er nógv meira normalt, svarar Jóan Pauli.

Lurta eftir Amatøroyar HER

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður