Heimatíðindi

Altjóða tónleikakapping leitar eftir føroyskum luttakarum

(Myndin er av undanfarnum vinnara á SUNS Festivalinum. Mynd: SUNS)

(Myndin er av undanfarnum vinnara á SUNS Festivalinum. Mynd: SUNS)

2019-06-10 11:30 Author image
Hergeir Staksberg

SUNS Europe er ein tónleikafestivalur, sum heiðrar minnilutamálum í Europa. Vanliga eru tað 12 bólkar og 12 ymisk mál, sum sleppa at luttaka á festivalinum

Lat okkum siga, at tú sleppur gjøgnum nálareygað og verður boðin at luttaka á festivalinum, so sleppur tú:

1. Ein túr til Italia at spæla fyri meir enn túsund fólkum

2. Tú fært eisini ókeypis mat og uppihald

3. Somuleiðis fært tú umtalu í italskum miðlum

Megnar tú so eisini at vinna hjørtuni á áhoyrarum ella dómarum, so fært tú eisini heiðurin sum besti bólkur í Europa innan minnilutamál.

[object Object](Tað er í hesum stórsligna teatrinum, at tú sleppur at framføra. Mynd: SUNS)

Meir nútíð og minni fortíð
Áðrenn tú sendur festivalinum eitt lag, so skalt tú líka hugsa um, at festivalurin raðfestir tónleik sum hóskar til nútíðina. Lagið skal helst ikki byggja á nostalgi, tí sambært SUNS, so skal málið síggjast sum ein sterk og livandi mynd av mentanini í dag.

(Orka fingu heiðurin sum besti bólkur á SUNS, tá teir spældu Rúmdardrongurin)

Føroyingar klára seg væl á SUNS
SUNS Festivalurin er ikki heilt ókendur hjá føroyingum. Føroyingar hava luttikið tvær ferð og vunnið tvær ferð. Fyrru ferðina var tað Orka, og aðruferð var tað Steso, so hagtølini fáa illa verið betri.

Hevur tú hug at royna teg, so er bara atsenda eina umsókn HER

(Í 2016 fingu Steso heiðurin sum besti bólkur við lagnum Bruni)

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður