Ítróttur

Alt liðið datt – men Torkil varðveitti prikkutu troyggjuna

Torkil Veyhe í polkaprikkutu fjallatroyggjuni

Torkil Veyhe í polkaprikkutu fjallatroyggjuni

2018-06-09 18:45 Author image
Ingi Samuelsen

Hóast liðið varð rakt av óhappi, eydnaðist tað føroyska súkklaranum Torkil Veyhe at varðveita oddasessin í kappingini um fjallastigini.

Men hann misti annað plássið í samlaðu kappingini, og liggur nú á triðja plássi.

Team Virtu Cycling skrivar á heimasíðu síni, at liðið var so óheppið á triðja degi í fronsku súkklukappingini Ronde de l’Oise, at allir súkklararnir á liðinum vóru við í einum hópdøtti tá 25 kilometrar vóru eftir á mál.

Ein av liðfeløgunum mátti flytast á sjúkrahús og er ikki við í kappingini meira. Hinir stríddust seg fram til oddin aftur í eini roynd at verja annaðplássið hjá Torkili Veyhe.

Við góðari hjálp eydnaðist tað at fáa Torkil Veyhe upp til høvuðsbólkin aftur, skrivar heimasíðan, og hann kom í mál nøkur fá sekund eftir vinnaran, Fred Wright frá bretska landsliðnum, sum við hjálp av bonussekundum eisini tók annað plássið frá Torkili.

Norðmaðurin Henrik Evensen liggur framvegis á fyrsta plássi.

Í kappingini um fjallastigini liggur Torkil framvegis á fyrsta plássi við øllum teimum stigunum, hann tryggjaði sær á fyrsta teini. Torkil hevur 45 stig framman fyri Evensen við 38 og Cerny úr Kekkia við 31 stigum.

Ronde de l’Oise endar í morgin.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður