Alt fleiri rørslutarnað gerast sjálvbjargin í Gana

Ama Adwubi, ið er blind og rekur egnan handil (Mynd: Mike Kollöffel)

Alt fleiri rørslutarnað gerast sjálvbjargin í Gana

2018-03-16 14:45 Author image
Hanne Selnæs og Lív Reynheim

 

Fyri umleið tíggju árum síðani varð meginfelagið Ghana Federation of Disability Organisations (GFD) stovnað í Gana. Felagið hevur til endamáls at savna tørvin hjá fólki, ið bera brek, og styrkja rødd teirra í samfelagnum. Tørvur var á einum slíkum meginfelag, tí tey smærru áhugafeløgini ofta stóðu seg illa vegna óskipað viðurskifti og vantandi undirtøku.

Donsku felagsskapirnir DANIDA og Danske Handicaporganisationer hava givið GDF fíggjarligan og fyriskipanarligan stuðul frá byrjanini. Í samstarvi við GDF er eydnast teimum, eftir drúgt stríð og áralangt politiskt trýst, at fáa í lag ein kommunalan peningagrunn. Grunnurin fevnir samanlagt um 2-3 prosent av savnaðu fíggjarætlanini á kommunala økinum í Gana, og hevur til endamáls at varpa ljós á og betra um viðurskiftini hjá teimum, ið bera brek í landinum. Eftir at samtyktirnar fyri grunnin vórðu viðtiknar í fjør, er Ghana Federation of Disability Organisations vorðið tvífalt so stórt, og hevur felagið nú meiri enn 3 milliónir limir.


Ein felags rødd

Støðan hjá rørslutarnaðum og menningartarnaðum er alt annað enn góð í landinum, men oyramerkti grunnurin hevur givið teimum betri sømdir. Fyri stuttum var danska tíðindakvinnan Hanne Selnæs og vitjaði í Gana fyri at fregnast, hvussu stuðulin í roynd og veru verður nýttur. Í býnum Wramahenso hitti hon Ama Adwubi, ið er blind og nýligani hevur fingið stuðul frá grunninum at reka egnan handil.

Ama Adwubi er 48 ár og mamma at seks børnum. Í lítlu krambúð hennara venda fleiri vørur á hillini øvugtan veg, og hon følir seg fram, tá kundarnir gjalda við reiðum peningi. Hóast avbjóðingarnar eru nógvar, er Adwubi ógvuligani takksom fyri støðuna.“Eg plagdi at bidda pening á gøtuni, men í dag havi eg latið mín egna handil upp, og eg kann keypa mær tað, ið mær tørvar. Nú havi eg fingið nógv størri sjálvsálit”, greiður Adwubi frá.

Selnæs hitti fleiri tílík dømi, har eitt nú Olivia Baidoo, ið er deyv, og Martin Akeya, sum er rørslutarnaður, hava fingið fígging at víðka um virksemi teirra í býnum Sefwi-Wiawso. Baidoo hevur latið upp egna seymistovu og hevur sett fleiri lærlingar. Akeya hevur egna skósmiðju, ið selur leður, sólar og annað tilfar til skómakarar í heimstaðnum.

Góðu úslitini síggjast ikki bert hjá einstøkum íbúgvum. Kwami Ansre, ið starvast hjá GDF, greiður frá, at rørslu- og menningartarnað hava fingið nógvan ans í fjølmiðlunum seinasta árið. Uppmerksemið hevur givið teimum størri politiska undirtøku og tess vegna betrað um teirra umstøður á mangan hátt. Bólkurin er tryggjaður ókeypis atgongd til heilsuverkið og ein vaksandi viðurkenning tekur seg fram í samfelagnum. Kwami Ansre vil vera við, at úrslitini eru millum størstu sigrar hjá meginfelagnum higartil, og at tey bera boð um eina bjartari framtíð hjá teimum mongu, ið bera brek í Gana.

 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður