Heimatíðindi

Alsamt fleiri gerast limir í VistGrøði

(Mynd: Facebook)

(Mynd: Facebook)

2019-02-04 14:30 Author image
Turið Justinussen

Alsamt fleiri ynskja at keypa umhvørvisvinarligar, vistfrøðiligar matvørur í leysari vekt: Limirnir í felagnum, VistGrøði, gerast støðugt fleiri og teljast í løtuni 430 

Sjálvstøðuga áhuga- og limafelagið, VistGrøði, bleiv stovnað fyri tveimum árum síðani og byggir á hugsjónina um eina umhvørvisvinarliga, heilsugóða og sosialt rættvísa matskipan við tí høvuðsendamáli at minka um matspill og dálking, ið stendst av framleiðslu, flutningi og pakking.

Á sumri í fjør, lat handil upp í Tróndargøtu, ið er opin tveir dagar um vikuna í tveir tímar. Har verða alskyns eballasju-fríar og vistfrøðiligar matvørur í leysvekt seldar, eitt nú ymisk sløg av grýnum, kjarnum, turkaðum fruktum, kryddvørum, bønum, fræum, nøtum, mjøli, hveiti, sukri, siroppi, salti og olju, eddiki, hunangi og mangt annað.

Vørurnar verða, eins og í gomlum døgum, vigaðar, og prísurin roknaður í høvdinum. Hugsjónin er, at basa oyðsluta lívsstílin við tilvitaðum, einfaldum broytingum í gerandisdegnum:

-  Meiningin er, at man hevur egnan posa, krukku ella annað ílat við, tá man kemur at keypa, men vit hava pappírsposar og krukkur, sum fólk hava vaskað og latið okkum, til keyps fyri heilt fáar krónur, sigur íverksetari, Borghild á Fløghamri.

[object Object]
(Mynd: Facebook)

Føroysk tálgarsápa, turkaður tari og kryddaríir
Hóast tað enn ikki ber til at fáa vistfrøðiliga góðkenning í Føroyum, vil VistGrøði eggja til handil av lokalt framleiddum, vistfrøðiligum matvørum í Føroyum og geva limunum atgongd til hesar, tí umframt at vilja basa plast- og matspilli, leggur felagið dent á góðsku og vøruuppruna. Tað vil siga, at vistfrøði, agroøkologi, djóravælferð, rættvísur handil og matgerð, við lokalt framleiddum matvørum, er ovast á breddanum.

- Vit selja til dømis tálgarsápur, sum ein føroysk kona framleiðir til okkum, og vit hava eisini turkaðan tara og kryddaríir, sum vit keypa frá eini aðrari konu, sigur Borghild á Fløghamri í samrøðu við Dimmalætting.

[object Object]

Limirnir gerast fleiri
Bæði handil og felag verður rikið av stigtakarum og eldhugaðum limum, ið arbeiða sjálvboðið og uttan løn.

- Limatalið veksur spakuliga. Í løtuni eru 430 skrásettir limir. Onkur teirra hjálpir til í handlinum, afturat teimum fýra, ið arbeiða fast, greiðir íverksetari, Borghild á Fløghamri, Dimmalætting frá og leggur afturat: 

- Tað eru nógvir afturvendandi kundar, men tað koma eisini nýggir.

Ein afturvendandi kundi í VistGrøði, er 22 ára gamla Elsa Berg. Hon keypir har av fleiri orsøkum: 

- Eg sleppi undan eini rúgvu av plast- og pappoyðsli, allar vørurnar eru vistfrøðiligar, og eg kann keypa júst tær mongdir, ið eg ynski, og sleppi tí undan matspilli. Harafturat er góðskan sera góð, og tað er altíð hugnaligt at koma inn í VistGrøði, sigur Elsa Berg við Dimmalætting.

Handilin í Tróndargøtu 53 er opin mánadag frá klokkan 16.00 til klokkan 18.00 og hósdag frá klokkan 17.00 til klokkan 19.00.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður