Heimatíðindi

ALS: Frítíðarlønin verður ikki mótroknað í korona-gjøldum

2020-04-21 17:00 Author image
Bryndis Hjartardóttir

Í fyrsta hjálparpakkanum frá landsstýrinum varð ein serstøk stuðulsskipan gjørd í ALS til løntakarar og fyritøkur, sum vóru ávirkaði av koronakreppuni. Løntakarar undir hesu skipan fáa eitt stuðulsgjald á í mesta lagi 20.000 krónur. Hetta er hægri enn vanliga gjaldið úr ALS, sum er í mesta lagi á 17.500 krónum.

Spurningur hevur verið reistur um tað er rætt, at ein slíkur munur verður gjørdur á báðum skipanunum.

Talan er her um eina serskipan til ein part av fólki, sum enn hava tilknýti til arbeiðsgevaran og tí er eisini ein ávísur munur á skipanunum, váttar Magni á Deild, stjóri á ALS.

Spurningurar hava eisini verið um frítíðarlønin fór at verða mótrokna í serstøku ALS-skipanini.

Í vanligu stuðulsskipanini verður fríðtíðarlønin mótroknað í komandi útgjaldinum, men tey, sum eru undir koronaskipanini koma ikki undir hesa ásetingina. Frítíðarønin verður útgoldin sum vanligt av TAKS og kemur ikki at ávirka stuðulsgjaldið frá ALS, sigur stjórin á ALS.

 

Øll hava lógarfestan rætt til feriu við løn. Hetta er eisini galdandi fyri tey, sum fáa arbeiðsloysisstuðul. Av hesi orsøk verður stuðulin skerdur um móttakarin eisini fær frítíðarløn. Rætturin er tilsamans 5 vikur feria við løn. Í feriutíðini hava tey, sum eru í stuðulsskipanini ikki skyldu til at taka í móti arbeiðstilboðum frá Arbeiðsloysisskipanini, sum annars er kravt.

 

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður